Danska ekstrabladet.dk hevur nú fingið hendur á søguni um Paul Watson og hansara úttalilsir um, at tað eru føroyingar og grindadrápið, sum hevur givið Anders Nehring Breivik íblástur til at drepa frá hond á Utøya.
Danska blaðið kallar Watson fyri »realitystjørnu« og høvuðspersón í sv-røðini »Whale Wars«. Endamálið er at leypa á og oyðileggja skip, sum fráast við hvalaveiði, skrivar ekstrabladet.dk.
Eisini vísir blaðið til boðini hjá Paul Watson á facebook-profili hansara um, at Anders Behring Breivik uttan iva hevur fingið íblástur frá føroyska grindadrápinum, tá hann skjeyt um seg á Utøya 22. juli.
Annars kemur Watson við somu svaduni um, at hópdrápsmenn byrja við at drepa djór, men viðgongur, at hann einki kennir til, um hetta eisini er galdandi fyri Breivik.