Tað sýnist sum at tað eru so nógv mál, ið eru vorðin stórmál undan hesum valinum, at tú hevur ilt við at síggja skógina fyri berum trøum, sum tikið verður til. Eg skal her tríva í eitt mál, sum líkasum er dottið niðurímillum, nú tosað bara verður um loysing og samband, bankaskuld og uttanlandsskuld. Tað er ósemja okkara við bretar um markið. Eg havi fylgt væl við í hesum máli, serstakliga í Sosialinum, sum eftir mínum tykki hevur givið okkum eitt sera sakligt og oftani djúparigangandi innlit í hetta annars torgreidda mál. Eftir tí eg havi lisið og hoyrt, so er málið steðgað upp. Løgmaður hevur heitt á Nyrup um at heita á Blair um at fáa fund á hægsta stigi. Samtíðis siga tingmenn í løgmansins egna flokki, at løgmaður sjálvur hevur forðað fyri eini skilagóðari loysn og er orsøkin til, at málið er heilt uppsteðgað. Føroyski samráðingarleiðarin sigst eisini vera koyrdur út í myrkrið. Av tí at eg og helst flest onnur ikki kenna málið í smálutum mugu vit halda okkum til einstøk sporadisk úttalilsi her og der. Mær tykir tað í hvussu er løgið, at løgmaður - nettup tá Bretland hevur tikið við formansskapinum í ES og har hevur hópin av nógv álvarsligari málum at taka sær av enn eina ósemju við føroyingar um mark, skal fara til bretska forsætisráðharran og biðja um fund.
Í mínum hugaheimi hevur samvinna millum lond og fólk altíð staðið frammaliga, og minnist meg rætt, so fekk løgmaður eina innbjóðing frá táverandi uttanríkisráðharranum Douglas Hurd um at vitja Bretland. Tað skuldi so verið eitt frálíkt høvi hjá Føroya hægsta leiðara at latið bretar vita, hvør støða okkara er til marknaspurningin. Men gakk, løgmaður vildi als ikki hoyra talan um eina slíka vitjan. Ístaðin signaleraði hann stóran áhuga fyri at samvinna við norðmenn á oljuøkinum - fyri harvið at vísa bretum sína støðu.
Hevði tað ikki sømt seg betur einum føroyskum statsmanni at tikið av eini inbjóðing at vitja Bretland og tá gjørt teimum púra greitt, hvat føroyingar meina um hetta málið!
Løgmaður valdi at siga nei takk tá og biðjur nú ístaðin um fund við Blair stutt - áðrenn val skal vera í Føroyum. Ein sera margháttlig timing má sigast.
Vit føroyingar hava brúk fyri góðum samstarvi við Bretland - og teir við okkum. Ikki minst tá stóru og týðandi oljuleiðirnar kring Hetlandsrennuna skulu troytast. Tað skal vera vón mín, at eitt komandi landsstýri við einum javnaðarløgmanni á odda, alt fyri eitt fær í lag tingingar við bretar. Og latið okkum tá fáa menn sum Árna Olafsson og Hallgir W. Poulsen, sum nú sita úti á síðulinjuni, inn aftur á vøllin, og við sínum dugnasemi og royndum fáa spælið í gongd aftur og vónandi eisini bóltin í bretska málið. Eydnast tað ikki, so kann javnleikur møguliga eisini brúkast, har við møtast á eini av miðlinjunum
Hevði løgmaður tikið av innbjóðing Hurds á sinni, tá hevði tað verið gott høvi nú at sagt ?Welcome Mr. Blair?.
Heri Niclasen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymi