Wilde og Rice sova í Íslandi

Flogfarið við Kim Wilde og Bryan Rice stendur enn á Egilstøðum, roynt verður aftur í morgin árini, tá líkindini at lenda vónandi eru betur. Enn taka fyrireikararnir støðuna við ró, Bryan Rice skal ikki á pall fyrr enn klokkan 17.30 og Kim Wilde klokkan 22.00. Tey sleppa nú, at sova í Íslandi og eru tí væntandi úthvíld, tá tey vónandi koma í morgin árini.