William Heinesen leikur á pall í juli

Framførsla av Syndefaldet eftir William Heinesen vitjar um alt landið í summar

"Syndefaldet - en historie om et virkelig godt menneske" eftir William Heinesen verður í summar framførd um alt landið.

Í Syndefaldet hitta vit nakað so sjálvsamt, sum eina kvinnuligan tølara, Varme Fanny.

Hennara atdráttarmegi kann fáur hóra undan. Hevur ein maður einaferð verið fyri erotiskum uppmerksemi frá Fanny, vendist ikki aftur.

Ein fyri og annar eftir tølast teir av henni. Gomul hjúnar- og vinaløg koma undir trýst og lagnurnar í lítlu Havnini verða merktar av samgráti, vitloysi og deyða.

Tað eru sjónleikarinnurnar Marita Dalsgaard og Gunnvá Zacharisaen sum hesaferð hava norðurnorsku tónlista kvinnuna Tine Surel Lange við sær. Hon stendir fyri tónleikinum til leikin, sum er elektronisk ljóðlandsløg við cello, sigur Marita Dalsgaard.

Marita hevur fyrr sett Willian Heinesen á pall saman við Gunnvá Zachariassen. Millum annað Don Juan fra Tranhuset, sum varð sýndur í 2001, somuleiðis við nýskrivaðum tónleiki, ið varð framførdur við sag og klaveri.

Leikurin verður sýndur í Havn 5. 7. og 8. juli á Tjóðpallinum.

Harumframt verða sýningar sosleiðis:

4. juli Kunningarstovan í Nólsoy

6. juli Mentanarhúsið í Fuglafirði

9. juli Spaniensstova í Klaksvík (um dagin)

9. juli Skúlin á Viðareiði

10. juli St. Pakkhús í Vági

11. juli í Tvøroyrar kirkja

12. juli Stovusýning í Gummaldargøtu 3 í Miðvági

13. juli Dansistovan í Mykinesi

14. juli Gjáargarður við Gjógv

15. juli Skúlin í Tjørnuvík

16. juli Listasavnið á Sandi