Arsenal venjarin, Arsene Wenger, hevur sagt venjarnum hjá Onglandi, Roy Hodgson, at Jack Wilshere verður klárur til HM, sum byrjar 12. juni.
22 ára gamli Jack Wilshere hevur sitið uttan fyri síðani hann fekk ein skaða í fótin, tá hann spældi fyri Ongland 5. mars.
Hodgson úttekur ein fyribils 30 mans hóp 13. mai og Wenger sigur, at hann hevur sagt honum, at Wilshere er klárur.
Hann byrjar at renna hesa vikuna, og um tvær ella tríggjar vikur kann hann byrja at spæla fótbólt, sigur Arsene Wenger.
Tað merkir eisini, at Wilshere verður við í kappingini um eitt pláss í FA Cup finaluni, sum verður 17. mai.