Wiltord liðugur í Lyon

Franski landsliðsspælarin, Sylvain Wiltord, er liðugur í Lyon. Hetta er greitt eftir at spælarin hevði boðið konufólki inn á hotelkamari hjá sær undan dystinum móti Rennes. – Sylvain fer úr felagnum. Hann er farin um markið fyri tí, sum spælararnir loyva honum, og tí er hetta ikki ein spurningur um at selja spælaran. Hann er liðugur, sigur formaðurin í felagnum, Jean-Michels Aulas.