Winehouse og Jackson eru ringastu gestirnir

Amy Winehouse og Michael Jackson hava eitt til felags út yvir tónleikin; tey eru bæði á listanum yvir ringastu hotellgestirnir í heiminum.

Michael Jackson skuffaði allar fjølmiðlar, tá ið hann í 2002 vísti nýfødda son sín Prince Michael II fram við beinunum dinglandi út yvir einari altan á einum hotelli í Berlin.

 

Í februar í ár fór Amy frá einum hotellkamari í Riverbank Plaza, sum næstan var ógjørligt at gera reint aftur.

 

Burtur sæð frá Winehouse og Jackson finnast nógv onnur kend nøvn á listanum sum Diana Ross og Nicole Kidman. Diana Ross kravdi eina ferð, at hotellstarvsfólkið ikki mátti at hava eygnakontakt við hana og Nicole Kidman varð kend fyri at krevja, at hotellið Four Seasons í Chicago skuldi keypa dýran italienskan mat inn til hennara 12 tímar langa uppihald og hon sendi áðrenn komanina eina tekning av, hvussu song hennara skuldi reiðast upp.