Tiger Woods dugir betur enn tey flestu at sveiggja eini golfkúllu, men eftir øllum at døma dugir hann ikki eins væl at koyra bil. Fríggjadagin rendi hann á eitt træ skamt frá húsum sínum, og somikið illa stóð til, at kona hansara mátti nýta eina golfkúllu, so hon kundi knúsa rútin og fáa mannin út. Higar til hevur Woods noktað at tosa við løgregluna um hendingina, og tað hevur elvt til nógvar gitingar í miðlunum. – Eg skilji væl, at nógv hava áhuga í hesum, men søgurnar, sum nú verða skrivaðar, hava einki hald i veruleikanum, er tað einasta, sum Woods vil siga við miðlarnar.