X-Factor var feitt, men eisini stressandi

Í 2012 sang havnarmaðurin Sveinur Gaard Olsen seg inn í hjørtuni hjá nógvum sjónvarpshyggjarum í kongaríkinum, tá hann luttók í X-Factor

Dámligi rokksangarin var púra ósmæðin og leveraði fríggjakvøld aftaná fríggjakvøld, og dómararnir vóru eisini heilt bergtiknir av hansara livandi framførslum og sangi.

Í innlegginum "Vikuskifti" í nýggjasta Sosialinum hava vit hitt Svein fyri at hoyra, hvat hann tekst við í dag. 

Tempoið í dag er munandi spakuligari enn í 2012, tá X-Factor setti dám á gerandisdagin.  

– Tað var nokkso stressandi og belastandi. Tá X-Factor finalan var liðug, so var alt meira ella minni slutt. Eg haldi, tað bleiv blást upp til nakað, sum tað kanska ikki var. Men tað var øgiliga feitt og eitt fantastiskt upplivilsi, sigur Sveinur Gaard Olsen, sum í dag býr í Esbjerg við familjuni og enn spælir tónleik.

Les meira í blaðnum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið. Vit hava eitt tema, har vit leita eftir "gomlum kenningum", sum vit kalla tað, og har kanst tú frætta meira um aðrar persónar, sum einaferð vóru nógv frammi í almenna rúminum.