Xavi vann í fyrstu royndini

La Liga: FC Barcelona vann við neyð og deyð á Espanyol í fyrstu royndini hjá Xavi

Tað eru framvegis krepputekin hjá FC Barcelona, men í kvøld vann liðið 1-0 á grannunum úr Espanyol í fyrstu royndini hjá Xavi sum venjara. Tað var gott lag á viðhaldsfólkunum hjá heimaliðnum, nú Xavi stóð á odda fyri FC Barcelona á fyrsta sinni. FC Barcelona hevði munin leikliga, men uttan Lionel Messi hevur liðið ikki megnað at umsett málmøguleikar til mál.

 

Avgerandi løtan kom í seinna hálvleiki, tá FC Barcelona fekk brotsspark. Og fekk er nokk rættað orðið, tí talan ikki um nakað stórt brotsspark, tá Memphis Depay fór um koll. Tó hevur taklingin verið so mikið óreglulig, at VAR-dómarin ikki valdi at taka dómin aftur.

 

Memphis Depay umsetti til mál. FC Barcelona kundi havt endaliga avgjørt dystin í nøkrum førum, men gestirnir úr Espanyol vóru nærri at javna. Tvær ferðir rakti bólturin stongina og eina ferð bleiv stútað viðsíðuna av úr stuttari fjarstøðu.

 

Sevilla er oddalið í kvøld eftir 2-2 javnleik móti Deportivo Alaves, meðan Atletico Madrid leggur trýst á toppin við 1-0 sigri á Osasuna. Real Sociedad kann í morgin endurvinna oddasessin.

 

1Sevilla1384123:928
2Real Sociedad1384119:1028
3Real Madrid1283128:1327
4Atlético Madrid1375122:1326
5Real Betis1363419:1721
6FC Barcelona1355320:1520
7Rayo Vallecano1362519:1420
8Athletic Bilbao1347211:819
9Osasuna1454514:1819
10Valencia1345421:2017
11Espanyol1445514:1417
12Villarreal1337315:1316
13Mallorca1336413:1915
14Alavés1342710:1714
15Celta Vigo1434714:1813
16Cádiz1326512:1912
17Granada1225511:1611
18Elche1325611:1711
19Levante1407712:257
20Getafe131396:196