Yaya Toure úti í tvær vikur

City miðvallarin má sita uttan fyri í tvær vikur við skaða í muskli, sum hann fekk móti LIverpool.

City miðvallarin má sita uttan fyri í tvær vikur við skaða í muskli, sum hann fekk móti LIverpool.

Venjarin, Manuel Pellegrini, sigur, at kanska er tað ikki so galið, sum av fyrstan tíð hildi, monum nýtist í minsta lagi 10 dagar til tvær vikur at koma fyri seg.

Fílabeinsstrandingurin verður tí ikki við í dystunum mikudagin móti Sunderland, og kanska hldur ikki móti West Brom og Crystal Palace.

Men liðskiparin er klárur til dystin móti Sunderland.

Pellegrini sigur, at áleyparin, Sergio Agüero, sum var innskiftari í 3-2 tapinum á Anfield, verður klárur til dystin mikudagin.