Ynskja Berg sum bisp

Fleiri kirkjuráðslimir eru í hesum døgum farin undir at savna undirskriftir til innstilling av Bergi Debes Joensen, presti, sum valevnið til bispavalið.

Í grundgevingum sínum vísa tveir teirra – kirkjuráðslimurin Tummas Lervig í Klaksvík og kirkjuráðsformaðurin í Gøtu, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen – á, at Bergur hevur hegni at leiða, vegleiða og geva íblástur í trúskapi móti bíbliuni og tí evangelisk-luthersku læruni. 

Hann hevur breitt samband við fólk innan kirkjuna, eisini millum tey ungu og hann hevur eisini kunnleika til altjóða kirkjuligt arbeiði, sum er ógvuliga týdningarmikið, nú vit hava fingið eina sjálvstøðuga føroyska kirkju. 

At enda vísa Tummas og Dagbjørt á, at Bergur D. Joensen hevur útbúgvið seg innan leiðslu og samstarv, eins og hann hevur lisið jura í nøkur ár. Fakligar/teoretiskar útbúgvingar, sum eru týdningarmiklar hjá leiðaranum í nýggju sjálvstøðugu føroysku kirkjuni.