SEV hevði risa-hall í ársroknskapinum fyri 2008. Felagsskapurin vil nú hækkað el-prísirnar 4 oyru fyri kilowatt-tíman, men myndugleikarnir fara neyvan at loyva hesum Árið í fjør hilnaðist illa fíggjarliga hjá Elfelagnum SEV.
Tað vísir roknskapurin fyri 2008, ið varð lagdur fram á ársaðalfundi felagsins á Hotel Føroyum fyrrapartin. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt hall uppá 31,1 mió. kr. móti einum avlopi uppá umleið 12 mió. kr. í 2007. Í fíggjarætlanini fyri 2008 varð roknað við einum rakstrarhalli uppá slakar 2 mió. kr.
- Útreiðsluvøksturin stavar fyrst og fremst frá óvanliga høgum oljuprísum, sum vóru í hæddini á sumri 2008, umframt frá øðrum viðurskiftum, sum td. vanligum lønar- og prísvøkstri og frá serligum rakstrarútreiðslum, sum ikki koma fyri ár um ár, sigur SEV-leiðslan í viðmerkingunum til roknskapin.
Í fíggjarætlanini fyri 2009 verður roknað við avlopi upp á 7,9 milliónir krónir. Hetta er tó grundað á eina príshækking upp á 4 oyru fyri kilowatt-tíman, men í ársfrágreiðingini verður sagt, at politiski myndugleikin neyvan loyvir hesum.