Hvørt ár verða 100 til 120 fólk jarðað í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Hetta krevur, at eitt nýtt øki á 530 kvatratmetrar verður lagt afturat hvørt ár, og mett verður at um fimtan ár verður tørvur á 900 nýggjum kvatratmetrum hvørt ár.
Hetta vóru nøkur av hágtølunum, sum Tóri í Hoyvík, býargartnari í Havn, legði fram á almennum fundi í Hoyvíkar Kirkju í gjárkvøldi. Fundurin var komin í lag, tí kirkjuráðið í Hoyvík fleiri ferðir hevur eftirlýst, at kommunan tekur støðu til og fer undir at gera nýggjan kirkjugarð í Hoyvík.
- Tað er løgið at byggja ein nýggjan bý og hugsa um alt møguligt, kirkjur, samkomuhús, skúla, ítróttarøki og so víðari. Men als ikki hugsa um ein nýggjan kirkjugarð, helt Katrin Dahl, forkvinna í bygginevndini fyri Hoyvíkar Kirkju, fyri, tá hon bjóðaði vælkomin í tættpakkaða fermingarrúminum í kirkjuni.
- Tað skuldi vera púra náttúrligt, tí tað er meira vist, at vit øll skulu í kirkjugarðin enn, at vit fara ein túr í eina ítróttarhøll.
Katrin Dahl greiddi frá, at fleiri fólk høvdu vent sær til kirkjuráðið við ynskjum um nýggjan kirkjugarð. Málið hoyrir til kommununa, men hóast kirkjuráðið fleiri ferðir hevði heitt á býráðið, so er einki hent í málinum. Tí varð nú skipað fyri borgarafundi. Fyri at seta skubb á.
Fleiri møgulig kirkjugarðsstøð
Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin varð tikin í brúk í 1935, og har er framvegis pláss til nógv nýggj gravstøð, men øki er ikki óendaligt. Býargartnarin hevði kannað onnur møgulig støð í ella nærhendis Hoyvík, og niðurstøðan var, at tað vóru fleiri øki, sum vóru brúkilig til kirkjugarð.
Listin hjá býargartnaranum var hesin: Dalurin Langi, sum er settur av til frí- og frítíðarøki. Hetta øki er tað, ið liggur nærmast Hoyvíkar Kirkju, bara 400 metrar burturfrá. Kúrdalur, sum liggur oman í móti Fornminnissavninum í Gomlu Hoyvík, er eisini ein møguleiki, har er sera vakurt og frítt. Eitt annað vakurt og kanska meira fjálgt stað er undir Svartafossi. Har eigur kommunan eina trøð, sum kann brúkast til kirkjugarð. Longur niðri í Hoydølum er eisini ein møguleiki, og seinasta uppskotið var niðanfyri Sandvíkar Hjalla, har eitt stórt frítt øki er tøkt.
Spurningurin um at endurnýta gomlu kirkjugarðarnar var eisini uppi at venda. Petur Martin Rasmussen, prestur, segði, at tað var gamal føroyskur siður, at endurnýta gravstøð ella grava omanyvir gamlar gravir. Tí eru føroysku kirkjugarðarnir so smáir.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt ikki, at hetta var ein góð loysn, men orðstýrarin á fundinum, Gunn Ellefsen, helt, at hon einki hevði havt ímóti, at hennara grøv var endurnýtt, tá eingin var eftir, sum vitjaði grøvina.
Livandi kjak um endastøð
Hugurin at skifta orð um nýggja kirkjugarðin var stórur, og fleiri komu við teirra íkasti. Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri og segði seg vera fegnast um uppskotið um Kúrdal, men Sandvíkar Hjalli var eisini ein møguleiki.
Helle T. Johansen, sum hevur skrivað tíðargrein um evni í Sosialinum í dag, segði í viðmerking, at hon helt tað hava stóran týdning, at staði var eitt gott og hugnaligt stað at koma, í mun til kirkjugarðin við Velbastaðvegin, har tað er slætt og veðurhart.
Bente Kjær, limur í kirkjuráðnum, tók undir við hesum og helt, at Svartifossur var ein upplagdur møguleiki, tí har er møguleiki fyri at skapa ein hugnaligan og fjálgan kirkjugarð. Fleiri fundarluttakarar tóku undir við hesum og hildu, at Svartifossur var best egnaða staðið.
Bjarni Bæk, prestur, vísti eisini á týdningin av, at kirkjugarðurin ikki lá alt ov nær tungari ferðslu. Tungir lastbilar koyra hvønn dag eftir Velbastaðvegnum, og hetta kann órógva jarðarferðir, og økið úti við Sandvíkarhjalla helt hann liggja ov tætt at vegi við nógvari ferðslu.
Tá Katrin Dahl so dróg saman um móti endanum, var niðurstøðan, at Svartifossur hevði størstu undirtøku, og at býráðið tí átti at arbeiða víðari við tí sum fyrstu raðfesting. Eftir Svartafoss komu so Kúrdalur og Dalurin Langi.
Neyðugt alment orðaskifti
Frammøttu býráðspolitikararnir fegnaðust um, at hol var sett á orðaskiftið, og onkur helt fyri, at hann hevði fingið eyguni upp fyri, at ein kirkjugarður ikki endiliga skal vera ein stór sløtt fløta, men eisini kann vera eitt lítið, hugnaligt øki.
Tróndur G. Leivsson, deildarleiðari í Umhvørvisstovuni, staðfesti, at tað hevði stóran týdning, at almenna orðaskifti kom í gongd, áðrenn politikararnir høvdu læst seg fastar í eina loysn. Tí talan er um eina langtíðarbinding av einum øki, har tørvurin fram í tíðina broytist. Um eini hundrað ár skal staðið kanska vera væl egnað sum park.
Hann helt tað tí vera neyðugt við einum veruligum orðaskifti, heldur enn at ein nýggjur kirkjugarður var bygdur í óðum verki. Heðin Mortensen segði, at eingin nevnd hevði havt nýggjan kirkjugarð til viðgerðar, tí málið lá framvegis í plandeildini. Fleiri hildu tað tó vera upp á tíðina, at kommunan fór inn í máli og tók eina støðu.Sum ein eldri luttakari segði:
- Tað sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag. So halt tú bara á at skunda undir, Katrin Dahl.
Stubbi:
Ynski um líkbrenning
Líkbrenning er ein møguleiki í øllum londunum rundan um okkum, men í Føroyum er eingin líkbrenningarovnur, og vanliga gravstaðið er einasti møguleiki, tá lívið er liðugt.
Í Íslandi gjørdu tey eitt krematorium í 1947, og 15 prosent av jarðarferðunum í Íslandi enda í dag við krukkum við øsku, heldur enn kistum við heilum líkum.
Í Føroyum hevur ikki verði serligt kjak um hetta evni, tó so, í 1972 sendi ein kona bræv til Tórshavnar Kommunu, har hon segði seg vera áhugað í, at seta á stovn Thorshavn Ligbrændingsforening, og í samband við at Kapellið varð vígd í 1951, var staðfest at bygningurin eisini hevði umstøður til at hava eitt krematorium.
Spurdur um ætlanirnar um krematorium heilt vóru sleptar, svaraði býargartnarin, at ynski um líkbrenning mátti koma frá fólkinum, tí tað var neyvan góður boðskapur hjá einum borgarstjóra at fara út við, at hann ynskti at brenna fólk.
Hetta vóru fleiri fundarfólk tó ósamd við, tí hugburðurin til líkbrenning var broyttur, og tað vóru fleiri í dag, sum ynsktu hendan møguleika.
Heðin Mortensen segði, at hann fekk fleiri fyrispurningar um krematorium, og hansara uppfatan var eisini, at hugburðurin var broyttur, serliga millum yngri fólk. Hann ivaðist ikki í, at tað var ein yvirkomilig uppgáva fyri at land sum Føroyar at byggja og reka eitt krematorium.
Bjarni Bæk, prestur, greiddi frá, hvussu ein jarðarferð kundi fara fram, tá líkið skuldi brennast. Tá fór øll jarðarferðin fram antin í kirkjuni ella í serligum kapelli, og jørð verður kasta á kistuna, áðrenn hon verður brend.
Katrin Dahl, fyriskipari av fundinum, legði dent á, at spurningurin ikki var um antin ella. Ein nýggjur kirkjugarður má koma, hóast eitt krematorium eisini verður gjørt.