ÚTGÁVA
Hósdagin komu einki minni enn trý nýggj yrkingasøvn frá Mentunargrunni Studentafelagsins. Tríggir royndir og virknir yrkjarar góvu sítt seinasta útspæl út saman hósdagin.
Jóanes Nielsen hevur skrivað savnið Brúgvar av svongum orðum, Oddfríður Marni Rasmussen letur úr hondum yrkingasavnið Kvørkringar og Tóroddur Poulsen hevur skrivað savnið Royggj.
Á samkomu hósdagin lósu teir upp úr nýggju søvnunum. Tóroddur Poulsen kundi ikki vera til staðar, so Carl Johan Jensen las upp fyri hann.
Eftir hvat skilst er tað tilvildarligt, at øll trý yrkingasøvnini vóru liðug, soleiðis at tey kundu gevast út sama dag.
Bæði Oddfríður og Tóroddur hava seinnu árini verið virknir við at geva yrkingasøvn út. Oddfríður M. Rasmussen fekk í fjør M.A. Jacobsens virðisløn fyri sítt seinasta yrkingasavn við heitinum Rás/Sár. Tóroddur Poulsen er fyri sovítt tann einasti haiku yrkjarin í Føroyum, og hesar fylla ein fittan part av hansara nýggja savnið.
Jóanes Nielsen hevur arbeitt við hesum savninum síðani 1998, men gjørdist eitt sindur órógvaður av Eitur nakað land Weekend?, sum hann jú hevur vunnið norðurlendska dramatikaravirðisløn fyri.
Yrkingasøvnini eru at finna í bókabúðunum.