Kristinbjørg Høgnesen, forkvinna í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara
Vit hava áralangar fakligar, námsfrøðiligar og umsitingarligar royndir á studentaskúlunum, og vit eru til reiðar at finna eina loysn á trupulleikanum við yvirmannaðum flokkum, men vit krevja eina varandi loysn.
Hóast brotin lyfti og brotnar avtalur er Yrkisfelagið til reiðar at sessast við samráðingarborðið fyri at fáa eitt støðugt flokkatal við í mesta lagi 24 næmingum í hvørjum flokki.
Næmingar bert tøl á einum skriviborði
15. aug. tá ið skúlin byrjaði aftur var ikki greitt, um játtan var til 3 ella 4 fyrstu flokkar á málsligu deild í Hoydølum. 77 næmingar vóru tiknir upp á málsligu deild og býttir í 3 flokkar. Seinni gjørdist greitt, at fjórði málsligi flokkurin ikki bleiv játtaður. Tá avtornaði vóru 2 flokkar við 26 næmingum í hvørjum, og á bíðilista stóðu 5 skikkaðir umsøkjarar til málsligu deild, ið áhaldandi ringdu á skúlan at vita, um tey sluppu inn.
Næmingar eru viðkvæmar og fjølbroyttar ungdómssálir
Boðini, ið næmingar og lærarar hava fingið um trupulleikan, er, at tað man fara at laga seg, t.v.s., at myndugleikarnir vænta, at næmingatalið í yvirmannaðu flokkunum fellur niður á 24. Vorðið sum vælkomstheilsan at fáa hjá vónríkum næmingum, ið taka fyrsta stigið á leiðini fram móti studentspróvnum.
Høvdu myndugleikarnir tikið Yrkisfelagið til eftirtektar, vóru 4 málsligir fyrstu flokkar í Hoydølum, og umsøkjararnir á bíðilistanum vóru slopnir inn. Tá høvdu verið 20 og 21 næmingar í hvørjum flokki, ið er nógv meira hóskandi stødd enn 24.
Skúlin bert umsitin sum rakstrarstað og ikki sum
útbúgvingarstað.
Í løgmansrøðuni á ólavsøku var stórur dentur lagdur á visión 2015, har útbúgving skuldi raðfestast høgt, og í fjølmiðlunum hoyra vit, at landsstýrið ætlar at seta á stovn granskingarlund fyri 90 mió. kr.
Tá talan er um pening, er tað eisini ein spurningur um raðfesting. Ein 1. studentaflokkur kostar umleið 700.000 kr. yvir 2 fíggjarár. Tað er ræðandi, at undirvísingin verður so lágt raðfest, og tað sum nú hendir í Hoydølum er vanvirðing av næmingum og lærarum, og stríðir ímóti øllum námsfrøðiligum meginreglum, har miðað verður eftir at náa einstaka næmingin. Við so stórum flokkum verður frálæran meira standardiserað, og einstaklingurin dettur lættari burtur ímillum. Tað er eitt sindur løgið at tosa um fysiskar karmar fyri frálæru, tá sjálv frálæran fær slíka raðfesting. Hóast hølisviðurskiftini vóru í topp, so eru 24 næmingar ov nógv og 26 ómøguligt at undirvísa á nøktandi hátt.
Við atliti at næmingunum
Tað er við atliti at næmingunum, at Yrkisfelagið ikki hevur sett tiltøk í verk mótvegis framferðarháttinum hjá Mentamálaráðnum. Umframt galdandi protokollat um í mesta lagi 24 næmingar, so hevur Yrkisfelagið eisini semju við Mentamálaráðið um at samráðast um flokkatalið á studentaskúlunum og HF-skeiðunum.
Yrkisfelagið er fyrireikað og til reiðar at samráðast um trupulleikarnar við yvirmannaðum flokkum fyri at finna eina varandi loysn á spurninginum um flokkatal á studentaskúlunum og HF-skeiðunum. Vit hava fyrr heitt á Mentamálaráðið um at taka hesar samráðingar uppaftur, ið eru súltaðar í Mentamálaráðnum, men uttan úrslit. Nú gera vit tað so alment og gera samstundis vart við, at hetta ikki er ein spurningur um løn, men um dygd í frálæruni og um at fáa stabil viðurskifti viðvíkjandi flokkatali á skúlunum. Vónandi tekur Mentamálaráðið hesa áheitan í álvara og kemur til samráðingarborðið ongantíð ov skjótt.
Yrkisfelagið fer eisini at seta seg í samband við avvarðandi næmingar, áðrenn tiltøk verða sett í verk