Tey bæði tryggingarfeløgini hava beint nú fingið yvir 1000 fráboðanir um skaðar í ódnini, sum herjaði í gjárkvøldið og í nátt.
Tey siga, at ringt verður alla somlu tíðina og á Tryggingarfelagnum Føroyum fáa tey ein skaða um minuttin og tað helmar ikki í.
Eisini á Trygd ringir alla tíðina við fráboðanum.
Tað er so stórt trýst á telefonirnar, at bæði tryggingarfeløgini hav gjørt av at hava opið til klokkan 19 í kvøld og Trygd hevur eisini opið í morgin frá klokkan 12 til 18.
Í Tryggingarfelagnum Føroyum hava tey ikki gjørt av um tey eisini hava opið í morgin.
Á Tryggingarfelagnum Føroyum sigur Heðin D. Poulsen, leiðari á skaðadeildini, at tey hava fingið 700 fráboðanir higartil og teir eru í øllum landinum.
Talan er mest um húsaskaðar og bilskaðar, men eisini bátar, úthús, hjallar, hava fingið skaðar.
- Summir skaðar eru stórir og Heðin D. Poulsen sigur, at í øllum førum er talan um, at hetta fer at kosta felagnum nógvar milliónir.
Á Trygd hava tey fingið 337 skaðar og tað er kring alt landið.
- Men tað tykist sum um at Suðuroy er harðast rakt, sigur stjórin, Janus Thomsen.
Tilsamans hevur Trygd fingið fráboðan um 238 sethúsaskaðar, men annars er talan um bilskaðar, virkisbygningar og bátar.
Stjórin sigur, at higartil er í øllum førum greitt, at skaðarnir fara at kosta Trygd yvir fimm milliónir krónur.