Yvir 20 suðuroyingar fingu bót í gjár

Løgreglan úr Havn var í Suðuroy í gjár

Í gjár var løgreglan úr Havn í Suðuroy við tí endamáli at kanna ferðsluna. Ferðslan varð kannað á Tvøroyri um miðdagsleitið í gjár, og har vórðu nógvir bilar steðgaðir.

Og løgreglan sigur, at har vórðu 24 sakir skrivaðir og tað er alt bilførarar, sum fáa bót fyri ymiskt, sum ikki var eftir forskriftunum.

Løgreglan sigur, at onkur hevði ikki koyrikortið uppi á sær og onkur prutlførari hevði ikki koyrikort yvirhøvur.

Annars fingu bilførarar bót fyri lyktafeil, uppslitin dekk og fyri ikki at sita í trgdarbelti, sigur løgreglan.