28 fólk eru deyð og 61 særd í einum bumbuálopið í turkiska høvuðsstaðnum Ankara í gjárkvøldið.
Turkiskir myndugleikar hava lagt skuldina á kurdiska uppreistrarbólkin PKK og kalla gerðina fyri eitt yvirgangsálop. Enn hevur eingin tó tikið á sær ábyrgd fyri álopið.
Álopið var framt skamt frá parlamentinum, skrivstovu forsetans og høvuðsstøðini hjá hernaðarleiðsluni í landinum. Ein talsmaður hjá herinum sigur, at álopið var móti einum bussi, sum førdi hermenn.
Spreingingin elvdi til ein stóran eldsbruna, tjúkkur roykur floymdi frá staðnum og nógvir ambulansar vóru á staðnum.