Yvirgangsfelagsskapur heimasíðu í Danmark

Kolumbiska uppreistrarrørslan FARC, sum bæði USA og ES meta sum ein yvirgangsfelagsskap, hevur eina heimasíðu í Danmark.

Ein internetútveitari í Keypmannahavn hevur síðani á nýggjárinum hýst einari heimasíðu hjá tíðindastovuni ANNCOL, sum er tíðindaberi hjá kolumbisku uppreistrarrørsluni FARC. Síðani seinasta summar hevur uppreistrarrørslan staðið á yvirlitinum yvir felagsskapir, sum bæði ES og USA rokna sum yvirgangsfelagsskapir.

Til seinasta ársskiftið helt heimasíðan til í Stockhólmi, men varð stongd, eftir at svensku myndugleikarnir fingu eina áheitan um tað frá kolumbisku stjórnini. Ístaðin fyri flutti heimasíðan til Keypmannahavnar, og kolumbiski sendiharrin í Svøríki, sum eisini tekur sær av samskiftinum við Danmark, sigur við Berlingske Tidende, at hann fer at biðja danska uttanríkiráðið taka sær av málinum.

FARC hevur seinastu 40 árini stríðst ímóti myndugleikunum í Kolumbia. Felagsskapurin er sera harðrendur og hevur millum annað skipað fyri bumbuatsóknum, burturflytingum og morðum.