Yvirgangsmaðurin í London var einsamallur

Tað er alt í talar fyri, at talan var um yvirgang, sigur løgreglan í London

Løgreglan sigur, at tað er alt, ið bendir á, at hendingin í London í gjárkvøldið, tá ið ein vøruvognur koyrdi á eina mannamúgvu í London, var ein yvirgangsatsókn. Og tað er samstundis alt, ið talar fyri, at hann var einsamallur um illgerðina.

 

Atsóknin var beint við moskuna í Finsbury Park býarpartinum í London, har ein stór, muslimsk meinigheit, er.

 

Og tað var beint sum fólk komu av kvøldarbøn í moskuni, at ein vøruvognur koyrdi á mannamúgvuna uttan fyri ein muslimska húsið í Finsbury Park, stutt frá moskuni.

 

Eitt fólk hevur latið lív og 10 hava fingið skaða, og tey eru øll muslimar, segði løgreglan fyri løtu síðani.

 

Eygnavitni hava greitt frá, at ongin ivi er um, at talan var um eina illgerð, sum varð framd við vilja, tí bilførarin á vøruvorgninum setti ferð á bilin, áðrenn hann koyrdi upp á gongubretina og stýrdi beint ímóti mannamúgvini.

 

Muslimar halda Ramadan í hesum døgum, so tað var nógv fólk á gøtuni, tá ið álopið var, tí fólk vóru komin av møti tí ein kvøldarbøn var akkurát liðug, og onnur vóru á veg í moskuna til eina seinnu kvøldarbøn.

 

Ein 48 ára gamal maður, sum koyrdi vøruvognin, er handtikin. Løgreglan hevur einki sagt um mannin, men eygnavitni hava greitt Sky News frá, at maðurin var hvítur, og ein meting er, at talan er um eina hevndaratsókn fyri islamistiska yvirgangin í Onglandi í seinastuni.

 

Tað vóru fólk á staðnum, sum tóku mannin og hildu honum til løgreglan kom. Ein løgregluovasti takkar teimum fyri, at tey bara hildu manninum, til løgreglan fekk tikið mannin. Eygnavitni hava greitt, frá, at maðurin bað tey bara beina fyri sær beinanvegin, tí nú hevði hann gjørt sítt.

 

Muslimskir leiðarar fordøma atsóknina og siga, at hetta var eitt skilaleyst álop á ósekar muslimar.