Ein sjálvmorðbumbumaður framdi atsóknina í Manchester í gjárkvøldið undir konsertini hjá amerikonsku Ariana Grande.
Tað er váttað, at 22 fólk eru deyð.
Tað er eisini váttað, at tað er ein maður, sum er sjálvmorðsbumbumaður, váttar bretska løgreglan. Fleiri evropiskir býir eru seinastu árini raktir av yvirgangsatsóknum.
Her er eitt yvirlit:
2017:
– 7. apríl: Ein lastbilur drønar inn í eina mannamúgvu við handilshúsið Åhléns í Drottninggatan í Stokholmi. Fýra fólk doyðu. Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan verður handtikin mistonktur fyri at hava koyrt lastbilin.
– 22. mars: Ein 52 ára gamla bretsktføddur maður koyrir inn í eina mannamúgvu á Westminster Bridge við bretska tjóðartingið Westminster í London. Fleiri enn 50 fólk verða særd undir álopinum, og fimm fólk doyggja, teirra millum illgerðarmaðurin. Hann var skotin av løgregluni, tá hann royndi at sleppa inn í tjóðartingið.
– 3. februar: Ein franskur hermaður skjýtur ein mann, sum leyp á hann í økinum kring savnið í Louvre í París. Álopsmaðurin, sum varð vápnaður við eini macete, verður raktur av skotum og illa særdur.
Franski hermaður var á verðhaldi við handilshúsið Carrousel við síðuna av Louvre, tá maðurin kom har.
2016:
– 19. desember: Minst 12 fólk doyggja og 48 verða særd, tá ein lastbilur koyrir gøgnum ein jólamarknað í miðbýnum í Berlin. Myndugleikarnar halda, at talan er um eina islamistiska yvirgangsatsókn.
– 26. juli: Tveir mans taka fimm gíslar í eini kirkju í franska búnum Saint-Etienne-du-Rouvray. Ein gísli doyr og ein annar er í lívsvanda. Løgreglan skjýtur og drepur gíslatakararnar. IS tekur sær via miðilin Amaq ábyrgdina fyri álopið.
– 24. juli: Sýriskur sjálvmorðsbumbumaður spreingir eina bumbu á tónleikafestivalinum í Ansbach í Týsklandi. 15 fólk verða særd. Illgerðarmaðurin hevði svorið trúskap til Islamiskan Stat.
– 18. juli: Ein tannáringur, sum hildin verður at vera 17 ára gamal asylsøkjari úr Afghanistan, loypir á og særir fimm fólk í einum toki í Bayern. Hildið verður, at illgerðarmaðurin hevur fingið íblástur frá Islamiskum Stati.
– 14. juli: Ein 31 ára gamal maður drønar gjøgnum eina mannamúgvu, sum er á gøtuni í Nice í Fraklandi at hátíðarhalda Bastille-dagin. Hann drepur 84 fólk. IS kallar illgerðarmannin, sum løgreglan skjýtur og drepur, fyri ein av hermonnunum hjá felagsskapinum.
– 13. juni: Ein løgregluyvirmaður og kona hansara verða dripin í París-forstaðnum Magnaville. IS tekur sær ábyrgdina. Illgerðiarmaðurin verður dripin av løgregluni.
– 22. mars: 32 fólk doyggja í yvirgangsatsókn í Brússel, har Zaventem-flogvøllurin og metrostøðin Maelbeek verður álopin. Umleið 340 fólk verða særd. Tríggir av islamistisku álopsmonnunum vóru millum tey deyðu.
2015:
– 13. til 14. november: Fleiri samskipað álop í París við spælistaðið Le Bataclan, Stade de France og í miðbýnum. 130 fólk doyggja, og hetta verður harvið blóðugasta yvirgangsatsóknin í søgu Frankaríkis. Islamskur Statur átekru sær skyldina.
Keldur: Ritzau, AFP, CNN, Frankfurter Allgemeine Zeitung.
/ritzau/