Tey stóru orðini vórðu havd á lofti, tá nýggi sjálvstýrisleisturin hjá samgonguni gjørdist almennur. Løgmaður hevur skotið upp fyri danska forsætisráðharranum, at øll málsøki, sum liggja uttan fyri heimastýrislógina, verða yvirtikin í eini og somu lóg, sum hevur fingið navnið yvirtøkulógin.
Danski forsætisráðharrin hevur sagt seg taka undir við tankanum, og embætisfólk í Danmark og Føroyum eru farin at viðgera uppskotið.
Vinnur uppskotið frama, skuldu allar yvirtøkur verið fingnar í eina fasta legu. A- og B-mál verða yvirtikin sambært heimastýrislógini, og málini uttan fyri heimastýrislógina, sum nú verða eyknevnd C-mál, verða yvirtikin undir einum.
Ongin endi
Aðalstjórin í løgmálaráðnum nevndi hetta eina kollvelting fyri føroyskt sjálvstýri, tí nú slapst ikki longur innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hans Pauli Strøm, skrivari í Javnaðarflokkinum, sum røddi á Grundlógarráðstevnuni í síðstu viku, er ikki samdur við aðalstjóran. Hann førir fram, at nýggja yvirtøkulógin er hægst ein kvantitativ broyting av heimastýrislógini. Men kvalitativt er heimastýrisskipanin fullkomiliga tann sama, heimildirnar og politiska valdið hjá heimastýrinum er fullkomiliga óbroytt. Og sum tað týdningarmesta, sigur Hans Pauli Strøm:
? ABC-heimastýrisleisturin hjá landsstýrinum ger als ikki tað, sum vit ikki longur eiga at sleppa okkum undan: At taka støðu til spurningin um støðu okkara í samveldi ella ríkisfelagsskapi við Danmark. Júst mótsatt av tí, sum aðalstjórin pástendur, so ger ABC-heimastýrisleisturin ikki enda á nøkrum kjaki. Tvørturtímóti standa allar ógreiður óloystar, og vit kunnu framvegis fara í langa tíð frameftir at tøva í sama tvídrátti sum tey seinastu 55 árini, førdi Hans Pauli Strøm fram á Grundlógaráðstevnuni.
Yvir í fólkarættin
Hans Pauli Strøm mælti í staðin til ein sjálvstýrissáttmála. Sáttmálin skal staðfesta, at føroyingar eru tjóð og Føroyar eru land. Hann skal staðfesta sjálvsavgerðarrættin sambært fólkarættinum. Hann skal áseta valdsbýti millum londini. Hann skal áseta mannagongdir fyri at taka seg úr samveldinum. Hann skal samtykkjasat á fólkaatkvøðu. Og so skal hann fráboðast Sameindu tjóðum, so hann verður lyftur upp á altjóða rætt.
Um ivi verður sáddur um, hvørt ein slíkur sáttmáli er í stríð við grundlógina, so eiga føroyingar ikki at taka sær av tí, helt Hans Pauli Strøm. Tað er ein danskur trupulleiki.
Meira ítøkiliga snýr uppskotið til sáttmála seg um, at heimastýrislógin verður sett úr gildi. Føroyar yvirtaka øll mál, uttan uttanríkis- og verjumál, tá ið løgtingið ger tað av. Greitt valdsbýtið verður í uttanríkis- og verjumálum, har Føroyar fáa allan avgerðarrættin, tá talan er um rein føroysk áhugamál.
Føroya løgting og landsstýri skulu verða hægsti myndugleiki í øllum málum undir føroyskum málsræði. Løgtingslógir fáa sama rættarstig sum fólkatingslógir og kunnu ikki setast til viks. Føroyar sklu hava fíggjarligu ábyrgdina av øllum málum undir føroyskum málsræði. Og Føroyar skulu hava egna grundlóg.