Yvirvekt og prostata

Kelda: Sunnhetsbladet

Vandin fyri at fáa afturstig eftir eina skurðviðgerð fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum (prostata) er munandi hægri hjá monnum sum viga ov nógv enn hjá teimum við normalari vekt, vísir ein nýggj kanning.
 
Tað eru granskarar á University of California, ið hava gjøgnumgingið sjúkrajournalir  hjá yvir 2.000 monnum, sum vóru skurðviðgjørdir fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum. Eftir umleið tvey ár fingu 12 prosent av teimum afturstig og blivu sjúkir aftur.
 
Tað vísti seg at vera týðiligur samanhangur millum BMI (Body Mass Indeks), og talið á teimum sum blivu sjúkir aftur.
 
Teir menn sum vigaðu ov nógv vóru í umleið 70 prosent størri vanda fyri at fáa afturstig enn teir við normalari vekt.
 
Hjá monnum ið bert vigaðu eitt sindur ov nógv, var vandin umleið 40 prosent størri fyri at fáa afturstig, vísti kanningin hjá granskarunum á University of California.