Bæði vóru tey so at siga júst byrjað í sundbyøster Skole, Ercan í 8. flokki og Charlotte í 9., og tey kendu ikki hvørt annað. men tey høvdu sama lærara í tónleiki, og hann fekk tey at syngja saman.
Uppruni teirra er rættuliga ymiskur, men felags fyri tey er, at tey altíð hava sungið. Ercan fór longu at syngja, tá hann gekk í triðja flokki. Tá var hann til upptøkuroynd á tí musikalska skúlanum, Sankt Annæ Skole. Hann kom gjøgnum nálareygað, Ein avgerð, tey síðan hava angrað.
Charlotte hevur eisini altíð sungið, og pápi hennara spælir eisini í einum bólki. Hetta hevur smittað Charlotte, ið sum 12-13 ára gomul var við í einum bólki.
Tá Ercan sá, at »MPG 2001 - Grandi Prix fyri tey ungu«, søkti eftir luttakarum, fór hann at skriva ein sang, sum hann upprunaliga hevði ætlað at sungið einsamallur. Men tá hann so var farin at syngja saman við Charlotte, gekk tað so væl til jólakonsertina á skúlanum, at tey vóru samd um at skriva ein sang saman. Og tá Ercan kom við einum tónleikastubba, skrivaðu tey sangin lidnan upp á ein seinnapart - beint fyri deadline?
Við hjálp frá vinmanni sanglærara teirra, Eyðfinni Jensen, hava tey so skapt sangin »Du er min kærlighed«, og í kvøld fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer.