Sum altíð hjá Zachariasi, kanst tú uppliva náttúruna gjøgnum eyguni og pensilin hjá hesum úrmælingi.
Hóast listamaðurin nú hevur rundað tey 90, er list hansara enn líka fesk og frísk, og eingin ivi er um, at hann telist millum okkara allar bestu landslagsmálarar nakrantíð. Hansara tulkingar av siðbundnu landslagsmyndini hava ein kubistiskan og koloristiskan stíl, har forgrund og bakgrund hava somu vekt við sera spennandi litspæli.
Hansara serligu penslastrok og eygleiðingar lata teg uppliva náttúruna á ein heilt ørðvísi hátt. Hvørt penslastrok rúmar søgu, vakurleika og harmoni, og í Gallarí Havnará eru vit ótrúliga spent at deila hesi bergtakandi verkini við teg.
Kom framvið og uppliv náttúrunnar dýrgripir á ørðvísi hátt.
Vit gleða okkum at síggja teg!











