Ætlanin er nú at gera sjónvarpsrøð um gomlu føroysku bygdargøturnar. Tað er Zacharias Hammer, sum saman við heimildarfólki ymsastaðni frá fer at gera sendingarnar.
Zacharias Hammer sigur, at tað er ein gamal tanki, hann nú er farin undir at føra út í lívið. Enn er endaliga konseptið ikki gjørt, sigur hann, og kanska verða ymsar broytingar gjørdar, sum tað líður út.
Fyrstu upptøkurnar til røðina verða gjørdar í Suðuroy um dagarnar. Farið verður fyrst til Fámjins og síðan til Hvalbiar, sigur Zacharias Hammer, sjónvarpsmaður.
Hann sigur, at ætlanin er í fyrstu syftu at gera tríggjar upptøkur, nú so væl er liðið á árið. Hann heldur eisini, at ár 2000 er eitt gott høvi at lýsa farna tíð, samstundis sum gingið verður inn í tað nýggja.
Tær báðar fyrstu upptøkurnar, ætlar Zacharias, skulu gerast í Suðuroy, meðan tann triðja verður í syðra enda á Kallsoynni.
Í fyrsta partinum av upptøkunum fer Zacharias at hava Jákup Paula Nielsen út Vági sum heimildarmann. Jákup Pauli, sum er ættaður úr Fámjin, vann herfyri ritgerðarkappingina hjá Fróðskaparsetri Føroya um gomlu bygdargøturnar.
Zacharias Hammer sigur, at hann fer at fáa Jákup Paula Nielsen at siga frá, hvussu gøturnar eita, hvaðani nøvnini stava, hvussu gøturnar vórðu brúktar, hvør brúkti tær og so framvegis.
-Kanska fara vit at møta onkrum á leiðini, sigur Zacharias, og leggur aftrat, at Jákup Pauli Nielsen eisini hevur havt áhuga í tí yvirnatúrliga. Og onkur søgan man vera um onkran stein, sum fólk eru komin fram við í myrkri, heldur hann.
Zacharias Hammer sigur, at ein bági er tó, at fleiri av heimildarfólkunum eru komin so væl til árs, at tey líkasum halda seg ikki til at ganga allar gøturnar, so tí verður neyðugt at gera fleiri av upptøkunum aðrastaðni enn á sjálvum gøtunum. Tað harmast hann um, men ásannar, at soleiðis er tað nú einaferð, og skulu sendingarnar bjargast, er neyðugt at gera tað soleiðis.
Onnur ferðin verður úr Hvalba upp á Tvøroyri. Har er tað áhugaverda eisini, sigur Zacharias, at fyrsti tunnilin í Føroyum liggur undir gøtuni millum Trongisvág og Hvalba.
Síðan er ætlanin at fara í Kallsoynna, greiðir hann frá. Har verður ein útdeyð bygd tikin. Nevniliga Blankskáli.
Heimildarmaður á Kallsoynni verður Erik Eliasen á Syðradali.
Zacharias Hammer heldur tað vera áhugavert at taka ein ygd, sum er avtoftað saman við teimum verandi. Tað líkasum setir alt eitt sindur í perspektiv.
Men Zacharias Hammer tekur aftur í aftur, at endaliga konseptið fyri sendirøðina er ikki lagt enn. So tað kann verða, at alt broytist, eftir at upptøkurnar eru gjørdar.