Zakarias Hammer farin

Fyrrverandi sjónvarpsmaðurin, Zakarias Hammer, andaðist í morgun, 68 ára gamal

Fyrrverandi lærarin og sjónvarpsmaðurin, Zakarias Hammer, andaðist í morgun, 68 ára gamal.

Hann var kendur fyri sínar sjónvarpssendingar, fyrst fyri børn, men seinni um føroyskt gerandislív og sjólív.

Hann var ein av undangongumonnunum at gera føroyskt sjónvarp, og nú hann andaðist hevði hann fleiri ætlanir fyri at gera nýggjar sendingar.

Zakarias Hammer var maðurin handan sendingarnar um Dólgarnar, sum bergtóku børn sum vaksin framman fyri sjónvarpsskíggjanum í áttati-árunum og mangar aðrar sendingar. 

Seinnu árini arbeiddi hann eisini nógv við øðrum sendingum um gerandislív hjá føroyingum, burturi sum heima.

Í 2001 fekk Zakarias Hammer M. A. Jacobsens heiðursløn fyri serligt mentunnarligt avrik.

Hann var við frá tí at føroyskt sjónvarp fór at senda, men fór seinni aftur í lærarastarv í skúlanum í Klaksvík.