USA vil hava kríggið millum Ukraina og Russland at enda í juni.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, í morgun, sambært tíðindastovuni AFP.
Sambært forsetanum hevur USA eisini bjóðað sær at hýsa nýggjum samráðingum millum partarnar í næstu viku.
– USA hevur fyri fyrstu ferð skotið upp, at tey bæði samráðingartoymini - Ukraina og Russland - hittast í USA, helst í Miami, um eina viku, sigur Zelensky.
Sambært ukrainska forsetanum vil USA hava eina avtalu í lag í juni, legði hann afturat.
Hóast samráðingar vóru millum partarnar hesa vikuna, hevur Russland hildið fram við sínum álopum á Ukraina. Og í dag varð orkukervið í Ukraina rakt av einum nýggjum russiskum álop.
/Ritzau/











