Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er í Uppsala í Svøríki í dag í sambandi við, at Svøríki letur Ukraina stríðsflogfør.
Hetta váttar svenska stjórnin fyrrapartin.
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, skuldi taka ímóti ukrainska forsetanum klokkan 11, lokala tíð.
Síðan er ætlanin, at tíðindafundur verður hildin í dag klokkan 13, eisini lokala tíð, har kunnað verður um avtaluna um stríðsflogførini.
Sambært svenskum miðlum, eitt nú TT, SVT og Aftonbladet, letur Svøríki stríðsflogfør av slagnum, Jas 39 Gripen C/D, til Ukraina.
- Verjumálaráðharrin, Pål Jonson, verður eisini til steðar, tá avtalan verður kunngjørd, veit svenska stjórnin at siga í morgun.
##med2##











