Zelenskyj og Trump fara helst at hittast á ST-aðalfundi

- Eg vænti, at forsetarnir fara at hittast á ST-aðalfundinum í næstu viku, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin í morgun

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, væntar, at Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump fara at hittast á ST-aðalfundinum í New York í næstu viku.

 

Hetta sigur hann í morgun.

 

Uttanríkisráðharrin sigur, at amerikanski forsetin framvegis hevur vónir um, at ein friðaravtala um Ukraina fer at spyrjast burtur úr, har russiski forsetin, Vladimir Putin, er við.

 

Marco Rubio vísir á, at Donald Trump hevur havt fleiri samrøður við russiska forsetan, og hann hevur eisini hitt ukrainska forsetan fleiri ferðir.

 

- Jú, eg vænti, at tað á ST-aðalfundinum í næstu viku aftur verður ein fundur millum Donald Trump og Volodymyr Zelenskyj, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin í morgun.