Í sínari daglilgu video-heilsu til ukrainska fólkið í kvøld snakkaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, um samrøðuna, hann í dag hevur havt við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

Zelenskyj: - Russland hevur bara uppiborið eitt

Í dag hevur ukrainski forsetin havt telefonsamrøðu við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre, og í einari video-talu í kvøld takkar Volodymyr Zelenskyj Noregi fyri allan stuðul.

Í sínari daglilgu video-heilsu til ukrainska fólkið í kvøld snakkaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, um samrøðuna, hann í dag hevur havt við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

Ukrainski forsetin er ógvuliga takksamur fyri allan tann stuðul, sum Noreg hevur veitt ukrainska fólkinum, síðan Russland gjørdi innrás í landið hin 24. februar í fjør.

 

Í dag hevur forsetin havt telefonsamrøðu við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre, og í sínari video-talu í kvøld til ukrainska fólkið, nýtti hann høvi at takka Noregi fyri allan stuðul, bæði hernaðarligan, fíggjarligan og politiskan.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann umrøddi eina sonevnda samgongu millum lond um at lata Ukraina stríðsflogfør, ið er eitt átak, sum Danmark og Niðurlond hava tikið stig til og sum byggir á, at Ukraina fær F16-jagaraflogfør.

 

Ríkisleiðararnir skiftu eisini orð um komandi Nato-toppfundin, sum verður í Vilnius í juli.

 

##med2##

 

Ukrainski forsetin greiddi eisini norska forsætisráðharranum frá russiska loftálopinum á ukrainska býin, Kramatorsk, í dag, har fýra higartil eru staðfest deyð, og fleiri enn 40 eru løstað. Millum tey, sum lótu lív, var eitt barn.

 

- Álopið prógvar, at russar bara hava uppiborið eitt: At tapa á hermótinum og síðan fáa eina rættvísa rættargongd fyri allar russiskar yvirgangsmenn og drápsmenn, segði Volodymyr Zelenskyj.

 

 

 

Í sínari daglilgu video-heilsu til ukrainska fólkið í kvøld snakkaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, um samrøðuna, hann í dag hevur havt við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

Myndin er frá russiska loftálopinum á ukrainska býin, Kramatorsk, í dag.