Í kvøld hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fyri fyrstu ferð váttað álopini á Kursk-regiónina í Russlandi.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.
Forsetin sigur, at átakið er ein partur av ætlanunum hjá Kyiv at "endurvinna rættvísi" eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í 2022.
Tað var týsdagin í vikuni, at ukrainskar herdeildir tóku seg inn í Russland í Kursk-regiónini, sum liggur upp at ukrainska markinum.
Volodymyr Zelenskyj sigur seg hava umrøtt átakið við ovasta leiðaran fyri ukrainsku verjuna, Oleksandr Syrskyj.
Tá fekk forsetin eisini eina lýsing av bardøgunum við hermótini og eina kunning um ætlaninar at flyta kríggið inn í russiskt landaøki.
- Eg eri okkara herfólki takksamur fyri hetta átak. Ukraina vísir við hesum, at vit kunnu endurvinna rættvísi og leggja trýst á áleyparan, sigur forsetin.
Lesið eisini -
* 76.000 russar flýddir... https://www.in.fo/news-detail/76000-russar-flyddir-undan-ukrainskum-deildum-i-russlandi
* Putin tikin á bóli - https://www.in.fo/news-detail/serfroedngur-putin-tikin-a-boli