Zelenskyj við ST: Gerið nakað nú – ella upploysið tykkum

ST trygdarráðið livir als ikki upp til leiklut sín, sigur ukrainski forsetin og eftirlýsir nýskipanum.

 

Volodymyr Zelenskyj tosaði í dag í ST Trygdarráðnum, fyri fyrstu ferð síðani kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar. - Foto: Spencer Platt/Ritzau Scanpix

Tað er harðliga brúk fyri nýskipanum í ST trygdarráðnum, um vit yvirhøvur skulu kunnu brúka felagsskapin til nakað.

Tað heldur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj seinnapartin í dag.

Boðini koma í valdsmikla ráðnum, har forsetin hevur tosað fyri fyrstu ferð síðani kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar.

– ST kann heilt ienfalt verða stongt. Mínar damur og harrar, eru tit til reiðar at steingja ST? Og er tíðin hjá fólkarættinum av? Um svarið er nei, so verða tit noydd at gera nakað alt fyri eitt, sigur Zelenskyj í eini videorøðu.

Russland er eitt av teimum fimm føstu limunum í ST trygdarráðnum.

Sambært Zelenskyj forseta gevur tað tó onga meining, at Russland hevur vald til at forða fyri tiltøkum, sum verða framd av gerðunum hjá russarum.

– Tit kunnu gera annað av tveimum, sigur Zelenskyj í dag og heldur fram:

– Annaðhvørt fjerna Russland, sum stendur aftan fyri álopið og er orsøkin til kríggið, so russarar ikki longur kunnu forða avgerðum ímóti sínum egna kríggi.

– Ella kunnu tit vísa, hvussu tit kunnu endurnýggja skipanina. Og um eingin annar møguleiki er, so mugu tit jú upploysa tykkum sjálvi, sigur forsetin.

Undir røðuni lýsir hann eisini í óhugnaligum smálutum tær hendingar, sum eftir øllum at døma hava farið fram í ukrainska býnum Butja.

– Eg kom heim úr Butja í gjár, sum var fríaður undan russisku deildunum.

– Tað finst einki brotsverk, teir ikki hava framt. Teir hava skotið og dripið øll, sum gingu á teirra veg. Teir hava skotið kvinnur og familjur framman fyri húsum sínum, sigur ukrainski forsetin. 

Myndir frá altjóða fjølmiðlafólki hava seinastu dagarnar víst sivilfólk, sum liggja deyð í gøtunum Í Butja. Tað hevur ført til fordøming í vesturheiminum og fingið lond at útvísa russisk sendifólk.

– Vit hava sæð tær ringastu krígsbrotsgerðirnar síðan annan heimsbardaga, og tær eru framdar av russiskum deildum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Russland hevur víst aftur at standa aftan fyri dráp av sivilfólki í Butja.

Zelenskyj ávarar um líknandi hópmorð aðrastaðni:

– Heiminum vantar enn at síggja, hvat teir hava gjørt í øðrum hersettum býum og økjum. Óndskapurin er hins sama nógva aðra staðni, sigur hann.

/ritzau/

 

 

Volodymyr Zelenskyj tosaði í dag í ST Trygdarráðnum, fyri fyrstu ferð síðani kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar. - Foto: Spencer Platt/Ritzau Scanpix