Zimbabwe: 157 børn deyð av meslingum

- Meira ferð skal nú setast á koppsetingina, sum skal fíggjast úr almennum kreppugrunni.

Í minsta lagi 157 børn eru deyð í einum útbroti av meslingum í Zimbabwe.

 

Tað skrivar tíðindastovan NTB, sum endurgevur AFP.

 

Sagt verður, at fleiri enn 2000 børn eru staðfest smittað í landinum síðan útbrotið byrjaði fyrr í hesum mánaðinum. 

 

Sambært upplýsingarráðharranum í Zimbabwe, Monica Mutsvangwa, vóru tey deyðu børnini ikki koppsett.

 

Monica Mutsvangwa sigur, at meira ferð skal setast á koppsetingina, sum skal fíggjast úr almennum kreppugrunni.

 

Heilsumyndugleikarnir í Zimbabwe hava áður givið religiøsum bólkum skyldina fyri smittuspjaðingina, tí tey eru ímóti at lata seg koppseta.