Fótbóltur
Tað vóru tey ensku liðini, sum fingu besta lutakastið, tá kúlurnar vórðu togaðar úr Champions League pottinum í gjár. Manchester United, Chelsea, Liverpool og Arsenal sluppu øll meira ella minni undan nøkrum europiskum stórfelagi í bólkaspælinum, har serstakliga áhugaverdar uppgerðir tó eru á skránni í fleiri øðrum bólkum.
Iikki minst er spenningurin stórur í bólki F, har Inter og Barcelona eru í sama bólki. Zlatan Ibrahimovic skifti í summar til Barcelona úr júst Inter, har hann í fleiri ár hevur verið stóri kult-figururin, meðan Samuel Eto’o fór øvutan veg, so á sín hátt verður tað ein uppgerð um, hvør av teimum báðum er vandamesti harrin á einum fótbóltsvølli.
Og í bólki C skal Kaka, sum nú er liðfelagi við Ronaldo í Real Madrid royna seg móti fyrrverandi felagi sínum, AC Milan, sum hann áður hevur vunnið Champions League kappingina við.
Og so slepst ikki undan at nevna, at tað við EB/Streyms-eygum verður áhugavert at síggja, hvussu tað spælir av, at Apoel Nicosia fer at vitja á víðagitnu heimavøllunum hjá Chelsea, Porto og Atletico Madrid.
Bólkarnir
Bólkur A: Bayern Munchen, Juventus, Bordeaux, Maccabi Haifa.
Bólkur B: Manchester United, CSKA Moskva, Besiktar, Wolfsburg.
Bólkur C: AC Milan, Real Madrid, Marseille, Zurich.
Bólkur D: Chelsea, Porto, Atletico Madrid, Apoel Nicosia
Bólkur E: Liverpool, Lyon, Fiorentina, Debrecini
Bólkur F: Barcelona, Inter, Dynami Kiev, Rubin Kazan.
Bólkur G: Sevilla, Rangers, Stuttgart, Unirea Urziceni.
Bólkur H: Arsenal, Alkmaar, Olympiakos, Standard Liege.