Vinnur Barcelona ikki heimadystin móti Inter, samstundis sum Rubin Kazan vinnur á Dynamo Kiev, er Barcelona úti úr Champions League á hesum sinni. Og tað er sjálvandi ein støða, sum ikki er serliga nøktandi hjá felagnum, sum í løtuni er verjandi meistari.
Og tað verður ikki fyrr enn seinni í dag, at Joseph Guardiola veit, um hann kann brúka Zlatan Ibrahimovic og Lionel Messi.
Teir báðir teljast millum allar bestu spælararnar í heiminum, men báðir hava teir drigist við vøddaskaðar í seinastuni.