Italska blaðið, Tuttosport skrivar, at Real Madrid hevur longu sett seg í samband við svenska landsliðsspælaran, Zlatan Ibrahimovic og givið honum eitt dreymatilboð. Fer Zlatan til Real Madrid, so kann hann vænta eina ársløn, sum í okkara peningi svarar til 140 miljónir krónur.
Sambært italska blaðnum, er tað Florentino Perez, sum roynir at blíva valdur til forseta í Real Madrid, sum stendur aftanfyri hetta tilboðið. Perez hevur lovað Zlatan, at hann skal sleppa at spæla saman við Christiano Ronaldo komandi kappingarár. Ronaldo er longu settur í samband við Real Madrid fleiri ferðir.
Seinast tá Florentino Perez var forseti í Real Madrid, millum 2000 og 2006, megnaði hann, at fáa spælarar í heimsflokki, so sum Luis Figo, Zinedine Zidane og David Beckham til felagið.
Fyri stuttum segði Zlatan Ibrahimovic við Eurosport, at hann er til reiðar at fara úr Inter, fyri at kunna spæla fótbólt í einari aðrari ligu. - Eg ynski at royna okkurt nýtt. Eg havi verið í Italia í fimm ár nú. Mær dámar væl spanskan fótbólt, segði Zlatan við Eurosport.