Zlatan bíðaði ikki leingi við at skara framúr í USA, tí longu í allarfyrsta dystinum fyri LA Galaxy á amerikanska ævintýri sínum skeyt hann eitt frálíkt langskot í málið, sum nú er kosið til ársins mál í USA.
Málið skeyt hann sum innskiftari í 4-3-sigrinum ímóti Los Angeles FC tann 31. mars. Hetta var fyrsta av 22 málum, ið hann legði eftir seg hetta fyrsta kappingarárið í LA Galaxy.
Tað eru fjepparar, ið hava atkvøtt fyri ársins máli í USA. Málið sæst í sjónbandinum omanfyri.