Zuma var í serflokki

Álopsmakkarin hjá Toda Jónsson skoraði eina ferð og legði upp til hini trý málini, tá FCK vísti besta avrikið í ár

SUPERLIGA

Góða páskaveðrið var burtur, men kortini møttu fimtan túsund upp í Parkini sunnudagin, og teir flestu av áskoðarunum høvdu nógv at fegnast um. Í 1. hálvleiki spældi FCK gestirnar úr Odense sundur og saman. Tá spælararnir fóru av vøllinum eftir fyrra umfarið, var støðan 3?0, og tað var ikki eitt mál ov stór leiðsla til heimaliðið, heldur tvørturímóti.
Í seinna umfarinum tóku teir í FCK tað meiri róliga. Ferðin var ikki tann, sum hon hevði verið. Tað tóktist sum um, at hugsanirnar longu vóru í uppgávunum, sum eru á skránni í annaðkvøld og aftur sunnudagin. So tætt liggja dystirnir í superliguni.
Úrslitið varð 4?0, og ein maður var eyðsýndur fram um allar hinar. Tað var álopsmakkarin hjá Toda Jónsson, Zuma. Hann skoraði fyrsta málið, tá eitt korter var farið. Eftir langskot og hálvbjarging var hann fyrstur á returbóltinum, og so var tónin sligin ann.
FCK skoraði trý mál afturat, og Zuma átti hvørja ferðina næstsíðsta fótin. Í 28. minutti smeyg hann sær ígjøgnum í vinstru, og væl upplagdi Thomas Røll setti fótin á. Í 34. minutti var uppskriftin tann sama. Zuma rann frá OB verjuni í vinstru, og Todi Jónsson hevði fullkomuliga opið mál, tá hann skuldi skora til 3?0. Men Todi var óheppin. Hann kundi havt sett innaru síðuna á høgra fóti undir bóltin og skorað. Men í staðin valdi hann at vera uppaftur meiri nærlagdur. Temjingin við høgra og yvir til vinstra bein var ikki nóg góð, bólturin stakk ein metur frá Toda, og tá verjuspælarin Torben Sangild royndi at takla støkk bólturin í netið. Harmuligt hjá Toda.
Einasta málið í 2. hálvleiki var ein sovorðin perla, sum sjáldan er at síggja í donskum fótbólti. Aftur var Zuma upp á spæl í vinstru. Bólturin varð lagdur skrátt aftur eftir til norska Erik Mykland, sum úr 20 metrum smekkaði til. Bólturin brast í tvørtræið, áðrenn hann fór í málið.
Donsku fjølmiðlarnir góvu øllum FCK liðnum gott skoðsmál. At vera álopsmaður og at misnýta møguleikar kostar. Todi og tríggir liðfelagar fáa miðalkarakterin ? 8. Hinir fáa níggju og tíggju.

Ansar sær
Todi var ikki á liðnum hjá FCK, tá teir í síðstu viku spældu fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. Í onkrum av donsku fjølmiðlunum varð sagt, at Todi hevði mist plássið, tí hann ikki skoraði nóg nógv mál.
Hetta var ikki frágreiðingin hjá Toda. Hann hevði undan dystinum kent, at lærið var eitt sindur stívt, og tí hevði hann spurt, um tað bar til at sleppa undan at spæla. Men hann var klárur at taka eitt tørn, um venjarin segði, at tað skuldi hann gera.
Todi sigur, at sjálvandi er tað ein møguleiki fyri, at avloysarin skorar mál, og so er ikki víst, at tú verður biðin aftur. Peter Møller loysti av í steypadystinum. Hann skoraði, men kortini var Todi í FCK álopinum sunnudagin.
FCK venjarin lat teir somu ellivu spælararnar vera á vøllinum allar 90 minuttirnar ímóti OB. Ivaleyst vónaði hann, at tað skuldi eydnast hjá Toda at fáa mál. Tað eydnaðist ikki, men Todi var væl við í samanspælinum ? ikki minst við stórstjørnuna Zuma, sum ? um hann megnar at halda fram, sum hann hevur gjørt higartil í vár ? fer at verða seldur til okkurt annað felag fyri nógvar milliónir.
FCK skal aftur í eldin longu í annaðkvøld. Tá skulu teir spæla í Ikast ímóti FCM. Sunnudagin skulu teir spæla í Lyngby. Ivaleyst vil venjarin hava, at Todi er á liðnum í Ikast. Ímóti Lyngby er lættari at lata onkran av teimum bestu hvíla seg. Ímóti Lyngby er møguleikin góður at taka seg upp eftir málskjúttaralistanum. Tí er einki at ivast í, at Todi hevði viljað verið við í tí dystinum.