fullum ræði á á náttúrutilfeinginum á sjógvi, á landi og í undirgrundini. Men limaskap verður ikki samráðst um, tí tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at viðurskiftini við ES byggja á løgtingssamtyktirnar [...] heilt frá ymsum skipanum, til limaskap. Høvuðsmálið er, at vit ótarnaðir sleppa at útflyta fiskavørur til ES og at vit sleppa undan pappírsveldinum. Hvussu skipanin eitur, hevur fyri so vítt minni týdning [...] og stoltir av tí, vit hava útint. Tað eru allir norðmenn og allir íslendingar. Teir eru stoltir av at vera norðmenn og íslendingar. Tað mangla vit eitt sindur av, heldur Vilhelm Johannesen
nar, so skulu teir vinna á heimavølli móti TB. Stríggið at vera á landsliðnum Hesa vikuna verður tað strevið hjá teimum, ið eru á landsliðnum. Seinnapartin í gjár fóru teir á flog, og feløgini, sum teir [...] sum hann plagar, tí eingin KÍ spælari er á landsliðnum. Klaksvíkingar undrast eitt sindur á, at liðið, sum í løtuni tykist vera eina best fyri, einki umboð hevur á landsliðnum, men tað er kanska ikki so [...] millum tey bæði fremstu liðini í 1. deild skuldi tódna til eitt stig. HB var aftanfyri 1-0 á Vágseiði, og KÍ var á odda 1-0 í Gøtu. Men í síðsta enda megnaði HB at bjarga einum stigi. KÍ misti samstundis
Teir eru allastaðni í løtuni. Á bussunum, í bløðunum, í Útvarpinum og Sjónvarpinum. Og skjótt verða teir eisini til at koyra í fløguspælaran heima. Men um tit vilja sleppa á konsert við teimum, so skulu [...] og hvat vit vilja nú. Hendan samansetingin hevur funnið sítt stev. Vit hava til hesa útgávuna funnið fram til, hvat okkara styrki og veikleiki er, og harúr tikið tað fram, sum vit vilja gera nakað við [...] tráður í útgávuni. Løgini á hesi fløguni eru sprottin úr hørðu venjingini hjá okkum upp undir framførslurnar í Finnlandi aftaná Prix Føroyar. Nakað lík teimum seinastu løgunum á fyrru fløguni sum t.d. R
hava fólk á staðnum, sum greiða frá Føroyum. Eisini tá ið landsliðið í fótbólti, sum er okkara fremsti amabassadørur uttanlands, er úti í heimi og spælir, sigur Sámal Bláhamar. Ferðaráðið leypir á leistum [...] arbeiða beinleiðis í vinnuni og tey, ið samskipa vinnuna á Ferðaráð Føroya, er út av lagi vánaligt. Vit tosa rætt og slætt ikki sama mál, tey eru heilt á øðrum stigi enn vit og tí tosa vit forbí hvønn annan [...] minni viðkomandi fyri okkum, men tey vilja alt ov treyðugt lurta eftir, hvat vit, sum arbeiða í ferðavinnuni til dagligt hava at siga. Hví ikki bjóða profilum úr føroyska samfelagnum at halda fyrilestur um
hjúnini royna hvør á sín hátt at arbeiða til gagns fyri føroyingar í Danmark, men at næsta ættarliðið er á trappunum. Tá er torført at flyta, av tí at børnini kenna seg sum danir, og tí vilja verða verandi [...] Fólkatinginum, á sama hátt sum danir t.d. eru umboðaðir í ES-tinginum. Tað er óhugsandi, at danskur tinglimur í ES noktaði fyri at atkvøða, sigur Rolf Guttesen, sum samanumtikið heldur, at føroyska umboðanin [...] demagogisk rák í sjálvstýriskjakinum, har Tjóðveldis- og Fólkaflokkurin ganga á odda, men at Javnaðarflokkurin eisini roynir at sleppa upp í part. Hann heldur kortini, at heimastýrislógin krevur broytingar.
hvørjir á føroyska liðnum stóðu seg best, mást tú hyggja eftir, hvørjir vístu vilja til at stríðast fyri sakini. Og har skaraðu Jan Dam og John Petersen burturúr. Jan Dam var besti maður á føroyska liðnum [...] liði, setti høvdið á, og bólturin fór í netið. Ein føroyskur verjuspælari stóð á málstrikuni, fekk høvdið á hann, men megnaði ikki at forða fyri málinum. Hetta kom illa við hjá føroyska liðnum, sum fram [...] stórt sum hóskvøldið, tá føroyska landsliðið tapti 5-0 móti Estlandi í Tallinn. Vónirnar vóru góðar undan dystinum, og tað vóru eisini fleiri orsøkir til tað. Føroyar vunnu 2-0 á Estlandi í venjingardysti
telvað rætt á øllum mótum. Veruleikin er so eisini tann, at øll hesi viðurskifti, sum her eru vorðin nevnd, meira og minni eru tengd saman. Ein skeiv avgerð á einum øki kann forkoma alt á hinum. Hóast [...] orsøk til at bretar nú so fegnir vilja hava eina loysn á málinum er tann, at teir hava so nógv meiri vitan um umstríddu økini enn vit føroyingar, at teir nettup vilja hava hesa loysn, áðrenn vit klára [...] at henda vitan, sum bretar sita inni við, bendir á, at tað eru sera góðar fortreytir fyri at finna olju í júst teimum økjunum, sum breta vilja hava fatur á. Eingin ivi er um, at bretar hava keypt upp meira
borgarligu flokkunum fyri bróstið. Tann uttasti flokkurin á høgraveinginum - Framburðsflokkurin við Kirsten Jacobsen á odda - hevur longu boða frá, at tey vilja hava avtaluna til viðgerðar í fólkatingssalinum. [...] Føroyingarnir hava kroyst stjórnina til at gjalda ein prís sum liggur langt omanfyri tapini, sum føroyska samfelagið veruliga leyg av bankakreppuni, sigur Kirsten Jacobsen. Í gjár segði Kim Behnke, úr [...] føroyingar vórðu snýttir í bankamálinum - og ikki Den Danske Bank. ? Stjórnin vildi fyri alt í verðini sleppa undan einum rættarmáli. Hvørgin flokkurin hevur avgjørt um teir fara at syrgja fyri, at málið fær
slaktast á einum góðkendum staði. Søluseyður eisini á sláturhús Henda lógin er eisini galdandi fyri slakting av seyði, sum skal seljast. Umstøðurnar eru tó ikki í Føroyum enn at slaktað allan søluseyð á góðkendum [...] í einum so stuttum tíðarskeiði um heystið. Her á MBM-Kjøti høvdu vit klárað at slaktað nakað av tí føroyska seyðinum, men ikki alt. Adolf vísir eisini á, at sjálvt um tað eru yvir 60.000 seyðir í Føroyum [...] fleiri og fleiri føroyskir bóndur vant seg við henda háttin at sleppa av við neytini. Alt stríðið við at slakta, partera og selja kjøtið sleppa teir nú undan. Ístaðin eru tað tríggir útlærdir slaktarar, sum
heimanífrá. Vilja læra onnur fólkasløg og aðrar mentanir at kenna Spurd hví USA ikki varð umhugsað, siga tey bæði Lynn og Michael, at tey altíð hava búð millum blandað fólkasløg og mentanir, og at tey vilja uppliva [...] hvussu væl gerandisdagurin í Føroyum gagnar hjúnunum. Lynn brosar og sigur, at hon er samd. Vilja vera føroyska samfelagnum til nyttu Frá tí degi vit komu higar, hava vit vitjað fólk, handlar og fyritøkur [...] kann veita fjøltáttaða tænastu. Michael er útbúgvin løgfrøðingur, og hevði í nógv ár løgfrøðingarstovu á Hawai. Umframt tað er hann bókmentafrøðingur. Tað kemur honum til góðar, nú hann hevur fastan tátt í