endamál, so skal hetta vera til at gera undirsjóvartunnil við. Annars meini eg, at arbeiðið at gera undirsjóvartunnil skal byrja beinanvegin, tí heldur ikki her hava vit føroyingar ráð at bíða longur. pep [...] verkætlan ikki hevur nógvar feilir og manglar. Verið varnir at loypa á bláman bert tí onkur vil hava flogvøll á Glyvursnesi. Sum oman fyri nevnt eigur at kannast gjølla, hvar nýggjur flogvøllur skal liggja, og [...] febr. verður sagt, at tað tekur 3 ár at byggja nýggjan flogvøll í Nuuk í Grønlandi. Er hetta rætt, og hvussu nógva tíð hava teir nýtt til kanningar í Nuuk? Um peningurin, sum tað kostar at útbyggja verandi
veðrið hevði tað nógv at siga, hvussu róðursmaðurin dugdi at bera seg at, tað sá út sum um hann leitaði millum óløgini. Tað var so mikið liðið á streyminum, at tað var um at vera vent norður á Akrabergstanga [...] svaraði, at hann var farin til sjós. Til sjós tekur hann aftur í aftur; tað fekk hann seg illa at trúgva, og so fór hann í skundi oman á mølina. Tá Dánjal Pauli kom á mølina, høvdu vit drigið bátin oman í flóðina [...] ongan møguleika til at koma norðureftir aftur ímóti veðrinum. Har var einki at himprast við, vit máttu repa seglið, og so royna at halda undan veðrinum, kanska vit høvdu møguleikan til at sleppa vestur um
fyri tíni mótmæli móti, at framhaldandi íløgustuðul verður veittur til skipini. Lat tað verða sagt beinanvegin, at eg eri samdur við tær í at ynskiligt er, og at endamálið má vera, at skipini klára seg uttan [...] lutfalsliga ? at krevja at øll skipini uttan nærri grundgeving skulu klára seg uttan stuðul uttan eina rímiliga tillagingartíð. Tú veitst væl, ella eigur at vita, at ein av høvuðsorsøkunum til, at skipunum [...] framyvir er tann, at tá skipini, sum høvdu tykkum sum lángevarar, vórðu sanerað ella umskipað fíggjarliga løgdu tit íløgustudningin oman á virðið á skipunum, soleiðis at tit tryggjaðu tykkum at tann íløgustuðul
samtykkja hinir lærararnir einmælt, at Tórmaður kann koma aftur í skúla. Fleiri vilja vera við, at Árantsen og Olgar Mørski bóru seg ljótt at, meðan onkur heldur, at orðaskiftið var kveikjandi: »Og gleimin [...] ivasaman enn áður. Elsba roynir at vissa hann um, at trupulleikarnir hjá honum hava einki upp á seg, men fyri Tórmann er tað lítil uggi í hesum. Hann vil vera við, at grundin til, at hann er so veikur, stavar [...] Brú varð ákærdur fyri at vera ósømiligur. Í Føroya-Socialdemokrati 8. mai sama ár vilja Heðin Brú og William Heinesen vera við, at teir hava fingið eina søgu sendandi, sum skal vera fyridømi fyri sámuligari
var um at byrja, tá teir byrjaðu at veipa við armunum og troðka fram til gyrðingina. Vit skiltu, at teir veddadu um vinnaran. Síðani byrjaðu teir at rópa, og vit fingu tað til at verða fyri at eggja hanunum [...] desember hildu vit, at tað fór at verða ov lítil tíð at taka alt Indonesia, sum vit upprunaliga høvdu ætlað. Vit høvdu ikki hug at skunda okkum gjøgnum Indonesia, so vit valdu heldur at fara beinleiðis til [...] teimum í Singapore at hava nóg mikið av peningi). Her vóru templini og marknaðurin eisini nógv vakrari. Aftaná at hava hugnað okkum í Singapore í alt ov langa tíð, fóru vit at hugsa um at fara víðari, og
út sum ÍF hevði hug at spæla. Í fyrsta settið høvdu teir lagt spæligleðina eftir inni í skiftirúminum, og teir komu ongantíð í gongd. Tað tók einans 9 minuttir at spæla fyrsta sett at enda, og tá liðugt [...] tað gekk sera javnt á tað mesta av øðrum settið, men tá tað galt fór ÍF frá Fleyr. Tað er synd at siga, at spælið var vakurt. Hvørki av liðunum fekk rættiligan samanhang í spælið, og tí varð spælt rættiliga [...] tískil varð álopið heldur ikki nóg gott. Tá spælararnir heldur ikki trúgva uppá, at teir kunnu vinna bóltarnar, so er torført at vinna ein dyst. Fleyr nýggjan mann Tað var annars ein nýggjur maður við á Fleyr
fram: »Frá danskari síðu hevur einki verið í vegin fyri at geva loyvi til at konvertera skuld til grundkapital«. Tað er givið, at tað mugu vera mong, sum gerast púra í ørviti av slíkum villleiðandi sa [...] undir uppá, at finna eina loysn í málinum viðvíkjandi framtaksgrunninum, sum hevur fyri neyðini at økja um eginognina, og so løgið sum tað ljóðar, so skal hetta gerast á ein slíkan hátt, at lánspeningur [...] »stovnspeningur« er at finna í Føroysk-donsku orðabók hjá Chr. Matras og M. A. Jacobsen, og tað merkir: Grundkapitalur, meðan orðið »stovnsfæ« uttan iva er samansett, av tí at hetta orðið ikki er at finna í áðurnevndu
Fraklandi og Belgia. Drúgv togtogan Danska tollvaldið tykist tó vera nakað tungari at dansa við. Teir hava nevniliga í hyggju at prógva, at fremmanda arbeiðsmegin umborð á føroysku rækjuskipum, sum hava [...] eisini til ta niðurstøðu, at tað var nóg mikið at skilja ímillum upprunarækjur og innfluttar rækjur bókhaldsliga. Hetta metti ES-eftirlitið, sum var í Føroyum í 1991 ikki vera nóg mikið. Og ES-kommissiónin [...] møguleikarnar fyri, at vit fáa viðhald í Eystara Landsrætti í Danmark, sigur Johannes Egholm Hansen, bústjóri í trotabúgvnum Faroe Seafood. ?Ja, nú meti eg okkum hava meira enn 50% kjans at vinna her, sigur
Vóru vælkomnir Forsøgan er, at menn í Havn tóku seg herfyri saman at stovna eitt felag fyri smábátseigarar. Felagið vendi sær til kommununa um at fáa høli at vera í. Endin var, at kommunan vísti felagnum á [...] Útkoyrdir Býráðið sigur, at tað er ikki sinnað at skifta støðu. Vit kunnu ikki tvinga Bjargingarfelagið at vera við til at gera brúkssáttmála um nýtslu av ognini. Úrslitið verður á, at um Bjargingarfelagið [...] reytt oyra fyri tað arbeiðið, vit gera, og vit halda, at tað líkist ongum, at vit harafturat skulu betala fyri at vera til. Guttormur Eysturoy sigur, at felagið hevur ikki betalt leigu higartil. Tað, eg
Oyggjarvegnum. ? Vit fingu ein fyrispurningin, um vit vildu vera við til at varðveita bilin, greiðir Eirikur Ó. Simonsen frá. ? Vit játtaðu at taka okkum av tí mekaniska partinum, og eru teir á Brandstøðini [...] so fingið oman, sigur hann. Motorurin hevur sum vera man ikki koyrt teir mongu kilometrarnar, tá hann alla sína tíð hevur sitið í einum brandbili. Men nú hann er tikin sundur, eru teringar at síggja, og [...] væntar Eirikur Ó. Simonsen, at nakað má slípast av blokkinum fyri at fáa tætt aftur millum toppstykki og blokk. Tað er sum liður í undirvísingini hjá bilmekanikaralærlingum, at arbeitt verður upp á hendan