rættur, og tá tú vinnur so at siga hvørja ferð er vandin stórur fyri, at uppgávan ikki verður tikin í tí álvara, sum hon altíð eigur at vera tikin í. Tað hevur verið sagt, at í ár eru vágamenninir væl betri [...] tað einasta liðið, sum hevur hótt FS Vágar í kappingini um fremsta plássið. Hópin meiri óvæntað var tað, at HB skuldi fella oddaliðið, og so skal leggjast afturat, at einki var at siga til sigurin. Tað kann [...] rangstøðu var tað lætt at skora til endaliga úrslitið. HB hevur longu tryggjað sær framhaldandi pláss í deildini, og FS Vágar fekk ivaleyst ein kvøkk, sum fer at gera, at teir fara at ansa sær, tá hvalbingar
so at siga tann sama. Einasta veruliga broytingin var tann, at Hannis Wardum er komin at spæla á høgra bakki, har sum Elias Hansen, ið ikki longur er við, leikti í fjør. Byrjunaruppstillingin, sum venjarin [...] greitt, at slovakarnir ikki høvdu nakra ætlan um at loyva strandingum at koma nærri teimum. Teir settu ferðina eitt sindur upp, og tá ið so strandingar royndu at spæla eins skjótt, hevði tað við sær, at teir [...] galið. Tað var bara tað, at mótstøðuliðið hjá teimum var so sterkt, at tær ongan møguleika høvdu at skaka teir. Hinvegin kunnu strandingar bara fegnast um, at teir hava verið við til at givið einari rúgvu av
og heimildarfólk vita at siga, at onkur, sum streyk til havs við skjóttgangandi báti, mundi komi illa fyri. Verpur seint Nú nátatíðin av álvara er farin at halla, ber til at siga, at hann er væl undansloppin [...] ur í Vági vil vera við, at vánaveður hevur forðað flestum vágbingum at sleppa út um fjarðarmunnan við Grønutanga. Menn í smábátum har suðuri hava sostatt roynt at tikið tað sum fallið er fyri á fjarðarleiðini [...] eisini vanligt at flota bát á Sørvagsvatni í nátatíð, men eisini har á vatninum hevur langt verið ímillum nátarnar. Vágamenn eru vanir at taka nógvan náta, men í ár tykist niðurstøðan at vera, at onki nátarok
fragd at síggja, hvussu hann fekk fatur á nógvum leysum bóltum, sum hann onkursvegna fekk skavað til síns og síðani kringlað í netið. Onkur gamal venjari hjá VÍF helt eftir dystin, at Martin átti at tikið [...] Fortet? á TV3, tí at har høvdu tey altíð tørv á fólki, sum duga væl at krøkja til síns við armunum. Av tí at tað gekk so væl hjá Martini í seinna hálvleiki, var tað eitt sindur løgið, at hann bleiv tikin [...] gekk tað ikki so væl at verja fyri finnum eina løtu í seinna hálvleiki, og tað er synd at siga, at málverjarnir hjá vestmenningum tóku nógv í fyrra dystinum. Tískil megnaðu HC Dennis at halda leiðsluna allan
í 2. hálvleiki at styrkt framrættaða partin av miðvøllinum, t.d. við at flyta Allan Mørkøre longri fram og/ella at seta Fróða Benjaminsen inn, men hetta verður, so plagdi maðurin at siga, hypotetiskt prát [...] leiðslumál til Føroyar hevði havt við sær, at mótstøðumenninir høvdu verið noyddir at farið úr verjukendu støðuni, sum teir vóru í. Men málið kom ikki, og so gekk, sum tað so ofta ger í fótbólti. Mál og møguleikar [...] hansara monnum var at royna við uppspælið í aðrari síðuni og so at leggja langar diagonalbóltar. Fyrra umfarið var leikliga minni sannførandi enn hitt seinna. Viðhvørt eydnaðist tað at samanspæla fram í
duga at skilja tjóðveldisfólk, tá tey siga, at landið ikki eigur at rinda tveir teir fyrstu sjúkradagarnar hjá tímaløntum og øðrum, ið eru undir dagpeningaskipanini. Hon vísir á, at tað jú fer at vera [...] ikki fara at atkvøða fyri, av teirri orsøk, at landsstýrið er á veg við einum betri uppskoti. Men velur onkur av samgongufólkunum ikki at møta ella ikki at atkvøða, er møguleiki tó fyri, at uppskotið verður [...] ðina fari eg helst at hava eina greiðari støðu til júst hetta uppskotið, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat, at hon ynskir at sláa ógvuliga fast, at dagpeningaskipanin eigur at verða broytt ógvuliga
uttan at onkur av okkara syrgir fyri, at hann verður fingin av vegnum. Deyðbóltarnir tykjast av álvara at vera vornir ein trupulleiki? ? Ja. Og eg kann ikki siga so nógv annað enn bara at ásanna, at aftur [...] verjuni, sum standa og snorksova, og teir vita væl, at ein sovorðin balónbóltur so langt úti frá, sum hasin bólturin kom, eigur ikki fáa loyvi at koma inn undir málið til einasta mannin, sum teir hava [...] burturúr ongum. Hetta eru áminningar um, at tað kostar at gera mistøk, og at teir liggja so aftarlaga ger, at fremstu menninir hjá okkum fáa ikki teir møguleikarnar, sum teir annars altíð hava fingið. Vit skulu
á sentrala miðvøllin. ? Mín uppgáva skuldi vera tann, sum Sámal Joensen plagar at hava. Tað vil siga, at eg skuldi fyrst og fremst taka mær av at bakka upp og tetta, tá teir aftaru menninir fóru fram. [...] undan dystinum móti Estlandi leygardagin, at Pól Thorsteinsson er ein av lyklaspælarunum, og at ein av styrkjunum hjá honum er, at hann kann brúkast á so at siga øllum plássum. Leygardagin varð hann skiftur [...] enn tað plagar at vera í verjuni, svarar hann soleiðis: ? Jú, eg kendi tað, sum um eg brúkti meiri orku, men eg kendi alla tíðina, at eg hevði nóg nógva orku. Undan hesum dystinum helt eg, at tann dysturin
fyri, áðrenn vit aftur royna at fáa flogskiparan at tiga, og professaran at tala. Eiga at fara til verka Egelund, professari, er í donskum fjølmiðlum endurgivin fyri at siga at danski fólkaskúlin er »útkleimdur [...] tað ikki nóg mikið at siga, at vit halda, at børnini kunnu læra okkurt nýtt og spennandi. Kunnu tey tað, so skulu vit undir øllum vera før fyri at prógva tað fyrst, og síðani avgera, at júst tann spildurnýggja [...] Kanska vilja fólk, sum t.d. kenslumálaráðharrin, hava meg við har avgerðir verða tiknar, tí tey vita, at eg fari beinrakin til verka. Eg havi altíð hildið, at best er at hava nøkur stevnumið at ganga eftir;
Høgni Mohr, sum saman við Hannusi Petersen framdi tað bragd, at bjarga ellivu ára gamla Kjartani Festirstein, sum var dottin á sjógv í illveðrinum. Satt at siga, so var tað óðamannaverk at fara á sjógv [...] og segði við Harran, at nú stuðlar tú okkum í hesum, og tað gav mær dirvi at halda fram, sigur Høgni og leggur afturat, at frá teimum, sum stóðu á landi hevur hann fingið at vita, at tað stilti av, meðan [...] Kortini dylir Høgni ikki fyri, at tað vóru góðu svimjievnini hjá Hannusi, sum gjørdu størsta munin. ? Hannus leyp á bláman stutt eftir at eg gjørdi, men tað var beinanvegin, at hann fór fram um meg. Hann svam