boð um, at mikudagurin er »dagurin fyri samhaldi« í Ukraina. Tað hevur millum annað við sær, at fólk skulu flagga við ukrainska flagginum og landsins bláu og gulu litir. /ritzau/Reuters [...] dagin, um russiski forsetin, Vladimir Putin, gevur boð um innrásina. Amerikansk fregn bendir á, at tað nú eru umleið 130.000 russiskir hermenn kring Ukraina. Russland hevur víst aftur, at landið hevur ætlanir
skamtar av koppingarevni. Hetta hevði við sær, at Sjúkrahúsverkið setti sær fyri at koppseta nógv fólk í juli og august. Málið var at gera 7.000 prik um vikuna. Í næstsíðstu viku lukkaðist at náa hesum [...] vóru bert 568 prik latin. Næstseinasta vikuskiftið vóru prikini 3.229 í tali. Sjúkrahúsverkið hevur nú tikið stig til sonevnda støkk inn koppseting fyri at fáa fleiri at taka av tilboðnum. Tað vil siga [...] koppsetingar uttan at hava bílagt tíð frammanundan. Koppsetingarbólkurin metir, at umleið 84.000 prik skulu gerast fyri at fáa flokkverju í Føroyum. Í løtuni mangla sløk 25.000 prik. Verður ferðin á koppsetingini
menniskju, ið av náði frá tí almenna, búgva til leigu í nøkrum tilvildarligum sethúsum, og sum jú skulu finna seg í teimum lótum og ólótum, ið vit sokallaðu normalu tíma at bjóða teimum. Ein kann ikki lata [...] ikki orka at stríðast sjálvi. Og hvat hundan, tað er jú passaliga lang tíð til næsta val, og tá hava fólk nokk gloymt, at tað var ein hending við nøkrum snedigum fólkum uppi í Hoyvíkshaganum, ið blivu grýtt [...] virðir; tey veiku í samfelagaðnum; fata morgana. Sigst, at vit øll eru líka fyri lógini, men summi eru nú einaferð meira líka enn onnur; eisini í 2009.
Ein lítlan mánað undan jól komu Vodafone við boðunum, at nú fáa allir føroyingar nýggjastu tøknina innan fartelefoni, 3G. At byrja við skuldu fýra støðir í Havn senda, soleiðs at nýggja tøknin var klár [...] við nýggjastu tøknini, væntar Bjarni A. Bjarnason at teirra málsetningur, at 80 prosent av landinum skulu hava nýggjastu tøknina innan ársenda, fer at halda. - Tað er eitt sindur trupult í byrjanini, men [...] øllum at døma ikki verið við nýggju 3G tøknini. - Enn er tað nokk mest brúkt til breiðband. Tað eru fólk, sum mugu hava breiðband hjá sær alla tíðina, sum hava fingið sær 3G, greiðir Bjarni A. Bjarnason
fríska og livandi, sigur Eyðun Klakstein. - Sendingin skal vera fjølbroytt og undirhaldandi, og fólk skulu hava høvi til bæði at smílast, flenna, grunda og kjakast, sigur hann. Hvonn Live verður send á [...] sendirøðini. - Rás2 leggur seg eftir at gera livandi og friskt útvarp, og tað mesta verður gjørt her og nú. Við nýggju sendirøðini ætla vit at bjóða lurtarunum eitt sindur eyka og gera enn meira burturúr, men
síðstu tíðina. Tað er ikki eiti á, sum tað hevur ljóðað um tað neyðstøðu, vit pensiónistar eru í. Er nú neyðin so, sum hon ljóðar? Hon er í øllum førum torfør at fáa eyga á. Tað er ikki rætt at lata standa [...] nakað av neyðsinjarvøru var skamtað. At farbróðir setti uppslag á veggin í handlinum, har hann bað fólk um at spara matvøru. Yvirskriftin á uppskagnum ljóðaði: »Hann, ið ikki sparir, tá hann hevur, hevur [...] sum hon hevði tá. At seta í bløðini at pensiónistar í Føroyum líða neyð er bæði synd og skomm. Vit skulu minnast til, at bløðini koma ikki einans út her hjá okkum. Tey koma út langt út um landoddarnar. Tað
hjá landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum. Hetta má broytast og tað ongantíð ov skjótt, tí fólk við tørvi á hjálp, fáa hana ikki. So leingi kommunurnar verða settar á síðulinjuna, verður hetta støðan [...] nakað. Men tað ber ikki til, so leingi sosiala ábyrgdin ikki eisini liggur hjá Tórshavnar kommunu. Nú er nóg mikið tosað og tosað uttanum: Ræðið á sosialu ábyrgdini skal leggjast út til kommunurnar, tí [...] Kommunalur vilji er góður, men so leingi hann er bundin av landsstýrinum, er eingin bati. Og bata skulu vit eisini síggja á hesum øki, við ella uttan hjálp frá landsmyndugleikunum. Hesum vil eg arbeiða
hevur fyrr í ár víst, at hann er vandamikil, tá fríspørk skulu takast, og hesaferð sendi hann bóltin upp um manngarðin og í málið til 2-1. Og nú fór at ganga skjótt millum málini. Tveir minuttir eftir at [...] Hannus Olsen aftur fyri vágamenn. Men Ove Nysted og KÍ fingu seinasta orðið og vunnu 4-2. KÍ hevur gott fólk í 2. deild, men útlit eru til, at fleiri av monnunum fara at fella frá. 1. deildarliðið fekk tvey
um undirtøkuna hon fær, og tá verður samstundis gjørt av, um broytingar skulu gerast.. - Foreldrini settu nøkur ynski fram, eitt nú um at hava opið seinnapart. Eisini varð spurt um tað ber til at gera eitt [...] fyrsta fundin, sum Tórshavnar býráð beyð til fyri at lodda dýpið. - Tað var sera hugaligt at síggja, at fólk taka so væl undir við tiltakinum. Foreldur og børn vóru væl uppløgd og tey tóku fult undir við ætlanini
í havnargøtum leygardagin 8. mai. Byrjað verður klokkan 13.00 niðri við Bursatanga. Luttakararnir skulu møta klokkan 12.30. Teinurin, sum er góðar 5 km, skal rennast fýra ferðir. Runnið verður niðan á [...] á fyrsta sinni ætla at royna seg á hesum langa teini. Øll eru vælkomin við, tó verður mælt frá, at fólk yngri enn 16 ár renna hendan rættiliga langa teinin. Í fjør gjørdist Guttormur Sørensen úr Treystinum [...] Gotlandi í summar, Sølvi R. Hansen úr Roysninum og Sunnuvá Bjarnastein úr Bragdinum, vera bæði við í ár. Nú tá rennast skal sama ruta fýra ferðir, liggur væl fyri hjá áhugaðum at fylgja við renningini við tað