strandalondini er avgerandi fyri, at NEAFC skal koma at virka sum ein millumtjóða skipanarstovnur, har strandalandaavtalan verður tikin inn í NEAFC, sum síðani góðkennir, at strandalondini hava rættin at áseta [...] kann veiða 6.500 tons av síni kvotu í føroyskum sjógvi. Millum Føroyar og Ísland er avtalan tann sama sum í 1997 við 13% niðurskurði í nøgd. Partarnir samdust um at seta ein arbeiðsbólk at kanna og ráðgeva [...] verður ikki hildin at vera neyv, men kann verða brúkt til at grunda »trendir« í stovninum. Samstundis sum fiskiskapurin eftir norðurhavssild hevur tikið seg upp seinastu árini, er veiðutrýstið nógv økt. Tann
álit á er, at aðrir politikarar í danska javnaðarflokkinum so sum fólkatingsformaðurin Erling Olsen fáa størri vald á flokkinum. Tann, sum ikki veit tað, hann merkir væl, hvussu vánalig viðurskiftini hava [...] finna ein fyri báðar partar brúkiliga loysn á trupulleikunum, sum kann menna og uppbyggja heldur enn hesa óverdugu støðu, vit eru havnaðir í, sum kann føra til óbótaligan skaða fyri føroyingar. Vit hava brúk
við stuðli. Stuðlið VMF Nógv onnur mál, enn her eru nevnd, eru umrødd í stevnuskránni, og vit vóna, sum áður sagt, at hon verður lisin við áhuga. Í bóklinginum er prentað eitt girokort til fólk, ið vilja [...] hevði verið okkum ein góður stuðul, um tit, ið taka undir við sjónarmiðum okkara, høvdu teknað tykkum sum limir í fylkingini. fyri Verkamannafylkingina landsf. Alis Jacobsen
Rusland, og 1-1 var úrslitið. Liðið úr okkara bólki, Jugoslavia, vann stórsigur á Ungarn. Dysturin, sum enntá varð spældur í Budapest, endaði vi- 7-1 sigri til Jugoslavia, eftir 5-0 í hálvleikinum. Írland
Ferðaskrivstovan Faroe Travel, sum higartil hevur hildið til upp á Hálsi í Havn, er nú flutt í egin høli í miðbýnum. Tað er í Sverrisgøtu 20 við síðuna av Havnar Sjúkrakassa. Har sum málingahandilin Ælabogin [...] við bordingkortinum í hondini. Hetta er kanska heldur avancerað fyri fólk, sum ikki ferðast so ofta, sigur Dánjal Poulsen, sum uggar fólk við, at tað fer altíð at vera avgreiðslufólk á flogvøllinum kortini [...] Travel selir mest flogferðaseðlar og charterferðir. Nógvir av kundunum eru handilsfólk og sjófólk, sum ferðast víða. Og tað er eingin trupuleiki. Tað ber væl til at keypa ferðaseðil í Sverrisgøtu úr Vágum
meg fyrst gera klárt, at landsstýrismaðurin hevur aðrar embætismenn enn hesar, sum greinin roknar, sum teir einastu. Sum landsstýrismaður hevur undirritaði altíð lagt oyra til, hvat embætismenn á ávísum [...] fram soleiðis, sum embætismenn í landsstýrinum hava mælt til. Fornminnissavnið hevur fingið til ummælis tað, sum inn er komið. Og fornminnisnevndin hevur fingið nógv umrødda spurningin, sum altso er settur [...] Helst hevur tátíðin eisini havt dramatikarar, sum kundu síni ting og hava verið orsøk til skemtiligu søguna, sum er nevnd omanfyri. Okkara tíð er ikki fátækari í so máta. Ímyndingarevnini finnast enn í
ður sum var so ørkymlaður. Sannheit at siga so kenna vit til dýrar dreingir, sum tríggjar milliónir eru smápengar í forbrúki hjá. Eftirsum eg havi tikið pennin vil eg takka tykkum hjartaliga, sum sýndu [...] fyrsta ein almenn fiskavirking sum stongir bæði virkini í Sandoynni, fyri síðan at lata serliga annað virkið fara í órøkt. Løtingsmenn taka so og játta pengar til Sandoynna sum skal fáa arbeiði aftur í gongd [...] táið tað er gjørt leggja teir seg at klandrast um ætlanina og brúka so nøkur ár til at siga sína søgu sum best. Tað vísir seg so tíðiliga í ár, at menn við dirvi og áræði, koma higar í oynna og hava hug at
spurningin: Er tað soleiðis sum bispur sigur? Vit kundu hugsað sum so, at um bispur ikki sigur satt, man Gud so ikki fara at bera yvir við teimum, sum hava trú bispi og soleiðis latið seg villleitt, men [...] Nógv eru tey, sum líta á hesi orð, tí tað er bispur, ið hevur sagt tey, og tí hann endurgevur Luther. So er spurningurin, um vit uttan víðari skulu góðtaka hetta. Ella kunnu vit loyva okkum at seta spurningin: [...] men mótsatt er tað úti við einum, sum letur seg villleiða. Hetta er so álvarsamt í mínum eygum, at eg vil ikki lata eina tílíka útsøgn frá bispi fara framvið, ósvaraða. Tað eru tveir hættir at lesa bíbliuna
at skipið sum ætlanin var at byggja til Skopunar, fyri fáum árum síðani, ikki hevði verið nýtuligt í dag. Tað er henda tilvildin, ið sýnist at ráða tá avgerðir í núíløgur verða tiknar, sum fær meg at [...] grund, at mjólka- og oljuflutningur ikki má fara fram samstundis sum ferðafólk eru umborð á skipinum. Orsøkin er ein spurningur um trygd, sum ikki á nakran hátt má setast til síðis. Tó so, heldur enn í óðum [...] er kynt undir eina ferðafólkavinnu, sum er vaksandi, men samferðslan stendur í stað og kann als ikki nøkta tørvin. Fyri framman liggur ein møgulig oljuvinna, sum, um ikki ferðasambandið verður broytt
rúmdarfari, sum kann flyta eitt menniskja langt út í uttaru rúmdina. Er hetta byrjanin til eitt intergalaktiskt samband - ella heimsin undirgangur? Ellie má stríðast fyri síni rættarligu støðu sum leiðari [...] leiðari av einum vísundaligar kanningarætlan og fyri at verða vald sum tann, ið skal við rúmdarferðini langt út í rúmdina. Samstundis verður hon innheintað av fortíðini í skapi av Palmer Joss (Matthew McConaughey) [...] hjá amerikanska forsetanum í religiøsum málum. Hon og Palmer hevur fyrr í tíðini eitt ávís samband, sum strandaði á arbeiðsgevaranum hjá Ellie. Tað eydnast Ellie at verða vald til at stovna fysta sambandið