ikki okkara). Støðan er avgjørt skakandi. Vit hava hvørki vatn ella kloakk. Vit mugu fáa vatn frá einum lastbili, sum kemur framvið. Toilettið er ein spann ella úti í havanum. Við mati er tó kortini í lagi [...] Jacobsen. Bæði eru tá 36 ára gomul. Hjá teimum býr eisini vermóður Klæmint, Susanne Jacobsen, sum er 72 ár og einkja. Á posthúsinum Eg kendi meg javnan sjúkan sum barn og havi hugsað nógv um, hvat orsøkin [...] stórir eftirskjálvtar. Øll royna at hjálpa teirra grannum. Takk fyri at tú lat frætta frá tær. Tað er okkum til hjálpar, at vit ikki kenna okkum einsamøll í hesi vanlukku.« Boð frá dómaranum Eg rokni við
spæla í hondbóltskappingini hjá kvinnum. Tá verður endaliga staðfest, hvøji lið skulu spæla finalurnar um FM-heitið. Hóast stigini eru eins nógv verd sum altíð, gerast dystirnir nú av álvara alsamt meira [...] ruddiliga staðfest, at Kyndil fór ikki í tann leiklutin hesaferð. Byrjaðu illa Støðan hjá Tjaldri er greið. Tað ræður um at vinna dystirnar móti niðaru liðunum, og í øllum førum fáa eitt stig í dystunum
nú játtanin er skerd og stovnurin er lagdur undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. - Eg haldi, at tað, sum er gjørt, er forsvarligt, leggur hann afturat. Hann sigur, at endamálið er at samanlagdir stovnar [...] ið somuleiðis er ein eftirlitsstovnur, eisini kann kann fáa nyttu av at samstarva við samanlagda stovnin, tá ið eftirlit skulu gerast. Endamálið er at fáa rakstrarútreiðslurnar av almennu u [...] Tað einasta hann vil lova er, at Arbeiðseftirlitið fer at rigga so væl sum tilber innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum eru til taks. Hetta gjørdi hann Løgtinginum greitt tá ið Bjørt Samuelsen
saman við gamla Eik Banka og Eik Grunnin, tí at felagið er so fløkt samanskrúvað, at tey somu fólkini sita báðu megin borðið og taka avgerðirnar. Valið til umboðsráðið verður gjørt so fløkt og innviklað [...] hvør sín atkvøðuseðil. Alt annað er hykl! Tryggingarfelagið má tí broyta seg, so hetta skurvuta image ikki smittar niður til nýggja Eik Banka. Men tað er gott og spennandi, at bankin fær eina [...] tan so væl og virðiliga. Í síðstu viku bórust tíðindi um uppsagnir í Eik. Tað hevur verið – og er framvegis væntandi, at ein verulig upprudding skuldi fara fram. Onkur hevur ábyrgdina av, at
hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Endamálið við Verkætlanini er at geva næmingum á Tekniska Skúlanum eina námsferð, sum er fakliga viðkomandi, innlit í aðra mentan og at fremja hjálp [...] ngarnir hava seymimaskinur við. Ætlanin er, at læra tey at nýta hesar og seyma klæðir um, soleiðis at klæðini passa. Seymimaskinurnar verða latnar íbúgvunum. Við hesum fáa næmingarnir [...] klokkan 13, har møguleiki er at síggja málningarnir. Livandi tónleikur verður á skránni og eisini okkurt lætt til matna. Sjálv uppboðssølan byrjar klokkan 14, og er tað Bjørn á Heygum ið skipar
seldar í kendu handilsketunum í t. d. Bretlandi er neyðugt, at føroysk fiskavøra fær góðkenning sum burðardygg vøra. Bismarin er á skránni mánadag klokkan 17.05. Beinleiðis kjak byrjar klokkan [...] Tann fyrsti Bismarin vigar fortreytirnar fyri, at føroysk fiskavøra kann verða seld uttanlands í framtíðini fyri góðan prís. Skulu føroyskar fiskavørur aftur verða seldar
Helgi og Elinborg. Gugga doyði bert 54 ára gomul tann 5. februar 1959. Hetta er eisini ein søga um trúfesti. Í hvussu er fram til fyri nøkrum árum síðani var framvegis tætt samband millum ættirnar hjá [...] Eftir at Gugga var deyð hildu hennara børn sambandið viðlíka. Til er enn eisini tær trúlovingargávur, tey góvu hvørjum øðrum. Vesturi í Bø er framvegis tann Bíblian, sum Jógvan gav Guggu við innskriftini: [...] mátti Johannes tíðliga átaka sær part av forsyrgjaraskylduni, hóast mamman var røsk til hendurnar. Vanligt var, at dreingir í Havn vóru konfirmeraður um várið, og tí fingu kjans við skipi beinanvegin
hesin árgangurin verið grundarlag undir fiskiskapinum. Men trupulleikin er, at hesi fimm árini síðani er hevur eingin góður árgangur verið, og tí eru menn farnir at spyrja, hvat hendir [...] nú um dagarnar. Siumut-tingmaðurin Karl Lyberth hevði sett Ane Hansen, landsstýrismanni fyrispurning um, hvussu nógvur toskur verður eftir í Grønlandi, tá 2005-árgangurin er fiskaður. Í [...] purin hvílir á einum sera veikum grundarlagi. – Skulu vit hava ein varandi toskafiskiskap, er tað ein treyt, at vit fáa fleiri góðar árgangir, sum kunnu koma fyri teir, sum hvørva úr fiski
fyri almenninginum leygardagin, 12. mars og sunnudagin 13. mars, báðar dagarnar klokkan 19. Tað er Harriet Poulsen Vágadal, lærari í NámX, sum hevur skrivað leikin og hon leikstjórnar [...] næmingar á Films- og dramabreytini í NámX, sum spæla og sum eisini og taka sær av pallinum. Leikurin er um um 16 ára gomlu Elisu, ið verður happað, og um hvussu hetta ávirkar hana og alt rundan um hana
Snorri Brend Í loftsstovuni polstrar hann gomlu møblarnar av nýggjum, sum hava staðið í niðaru loftstovuni í Tabor. Møblarnir, sum eru arvagóðs frá Ingu Nørgaard, f. Højgaard, innan av Regni á Toftum [...] tabor.fo Nú hevur Meinhard bjóðað seg fram at gera teir lidnar. Hann hevur polstrað tríggjar stólar, og er á myndini í holt við tað fyrru sofuna.