Í morgin, leygardagin, verður uppboðssøla av málningum, sum listafólk hava latið, í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík, til frama fyri Rumenia Verkætlanina hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn.
Endamálið við Verkætlanini er at geva næmingum á Tekniska Skúlanum eina námsferð, sum er fakliga viðkomandi, innlit í aðra mentan og at fremja hjálpararbeiði í Rumenia.
Tað eru tveir flokkar, maskinlærlingar og klædnaatstøðingar, sum fara avstað 2. apríl. Leiðin gongur til lítlu bygdina Jebel. Her fara maskinlærlingar at bøta um viðurksifti hjá íbúgvum og á skúlanum. Klædnaatstøðingarnir hava seymimaskinur við. Ætlanin er, at læra tey at nýta hesar og seyma klæðir um, soleiðis at klæðini passa. Seymimaskinurnar verða latnar íbúgvunum.
Við hesum fáa næmingarnir eina øðrvísi uppliving, og sleppa at royna seg íverki í veruliga lívinum.
Dyrnar lata upp klokkan 13, har møguleiki er at síggja málningarnir. Livandi tónleikur verður á skránni og eisini okkurt lætt til matna. Sjálv uppboðssølan byrjar klokkan 14, og er tað Bjørn á Heygum ið skipar fyri.
Tey, ið hava latið málningar til uppboðssøluna, eru:
Kári Svensson, Øssur Mohr, Berit Norðoy, Gunnar Streymoy, Archibald Black, Eli Smith, Vera Mørkøre, Jón Miðberg, Hanus Sørensen, Frits Johannesen, Magni á Lakjuni, Anna Mohr, ?Anita Samuelsen, Høgni Thomsen, Eyðun av Reyni, Hedvig Johansdóttir og Torbjørn Olsen.
– Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.