14. mai í 1971 tóku fólk seg saman í felag. Tey stovnaðu Javna, tí tey vildu slóða fyri og skapa føroyingum við menningartarni møguleika at búgva og virka í heimlandinum. Hesi 35 árini síðani stovnina [...] møguleika at greiða frá um sítt lív, sínar dreymar og ætlanir. Við støði í hesum frásagnum verða í tíðarskeiðinum 5. mai - 19. mai lýsingar í SVF og bløðunum, har hesi fýra sjálv koma til orðanna og seta dagsskránna [...] ein styrki í okkara samfelag. Tann myndin, vit hava av fólki við menningartarni, er við til at avgera, hvørji tilboð og møguleikar hesi hava í okkara samfelag. Tí er hetta átak eisini ein liður í at betra
á Toftum í fjør var hin fyrsti av sínum slagi í kommununi. Veðrið gjørdist heldur illfýsið hendan dagin, og tað ávirkaði luttøkuna av bátum og vitjandi annars. - Slakir 40 bátar vóru við í fjør, men vit [...] eru á Skálafjørðinum, og talið er ikki minni í høvuðsstaðarøkinum, eins og fleiri bátar eru í Kollafirði og Sundalagnum annars. Bátafelagsformaðurin visti í gjárkvøldið at siga, at ein bátur var farin heilt [...] festivalinum í ár enn í fjør. - Nú Norðoyatunnilin júst er latin upp fyri almennari ferðslu, og ókeypis er at koyra bæði úr Norðoyggjum og Vágum, vænti eg, at hetta fer at síggjast aftur í vitjandi á Toftum
royndarkoyrd í Norðdepli og í Hvannasundi, og sjálvandi við eini deild í Klaksvík til regnmátarar. Gentøkni í Svínoy, hví ikki? Drúgva og eydnusama handilssøgan í Klaksvík hevur prógvað, at krút er í klaksvíkingum [...] gestunum ræst kjøt, sum varð kókað niðri í kjallaranum í sethúsunum hjá Gamla Høgnesen í Víkum og notið afturvið snapsi og elefantøli í fínu stovunum upp á og enntá í roykstovuni uppi á loft. Har var ball [...] skotin í gjøgnum í dag. Eg helt Jógvan við Keldu verða óðan í høvdinum, tá íð hann sum tann allarfyrsti alment fór at tosa um fast samband undir Leirvíksfjørð. Í dag síggi eg, at eg fór skeivur í mínum
føroysku kvæðini í nýggjum høpi blómar, samstundis sum meir enn 2000 limir í dansifeløgum kring landið tryggja, at lív verður hildið í gomlu kvæðasiðvenjuni Men onki av hesum er nøkur sjálvfylgja. Í londunum kring [...] verður tikin fram av søguligum áhuga. Í roynd og veru er Føroyar einasta landið í heiminum, har aldargomlu kvæðini og dansurin framvegis liva, og fekk hetta UNESCO í 2003 at meta tey vera av so unikkum slagi [...] skulu hava frálæru í føroyskum kvæðum. Betri fyrr í tíðini? Tá framtíðin hjá føroysku kvæðunum sostatt tykist vera latin til sjálvbodnar kreftir og tilvildina, er freistandi at ivast í, um tey yvirhøvur
saman við vinum. Eisini svimji eg tvær ferðir um vikuna. Í løtuni eri eg somuleiðis í holt við at gera eina nýggja fløgu saman við systur míni, Randi. Í fyrstu atløgu fara vit bert at geva familju og vinum [...] kostnaðarmikið at geva hana út í handlum. Á fløguni verða andaligir sangir, ið ein kona í Haldarsvík hevur skrivað. Hvussu dámdi tær at standa á skíðum? Mær dámdi væl at vera í Voss. Ì byrjanini var tað heldur [...] var eg sera troytt, men hóast hetta fór eg glað upp hvønn morgun og niðan aftur í fjøllini at skíða. Eg havi verið í Voss í eina heila viku, men tími ikki heim hóast hetta. Men hvør veit kanska eg fari aftur
Ferðin til Golden Sands í Bulgaria er stóra málið hjá 10. flokki í Sørvágs skúla. Tey hava latið millum 50 og 100 krónur hvønn mánað, síðan tey vóru 10 ár, og síðani desember í fjør hava tey havt tiltøk [...] viku í Bulgaria og gista tvær nætur í Keypmannahavn eina á vegnum til Bulgaria og eina á vegnum heimaftur. Tá tey koma heim eru bara munligu royndirnar eftir hjá teimum, og síðani fara tey hvør í sína [...] Tey hava skipað fyri marknaðardegi, stuðulsrenning, selt lutaseðlar, og nú stendur kondibingo og dansur á skránni. Stuðulsrenningin gekk fyri seg upp á tann mátan, at tey fingu fólk at gjalda nøkur oyru
frá Twilight, løgdu lunnur undir Aftur í 60 árini. Teir vildu fyriskipa eitt 60 ára tiltak, sum var øðrvísi enn bara vanligur dansur. Skrá skuldi gerast, borð setast í høllina, ja, skulu hugna sær og føla [...] seld hesi árini, og eingin ivi er um, at vit í Neistanum einaferð um árið hava skylda trúgvu dansarunum hetta tiltakið. Vit eru øll vorðin góð við Aftur í 60 árini og harvið dansifólkið. Tað koma so nógv [...] tiltakið Aftur í 60 árini verður fyriskipað fyri næst seinastu ferð leygarkvøldið 29. apríl. Næsta ár eru tað tjúga ár liðin, síðani Neistin fyrstu ferð skipaði fyri tiltakinum. Tað var í 1988, at Robert
hava, tí tíðin er stutt at virka í, og heimurin liggur í tí ónda, sum sungið varð um. Væl ljóðaði eisini, tá vit í salinum fingu loyvi at syngja við við trimum røddum í tí síðsta sanginum Shackles , ið [...] uppliving eg fekk, leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har árliga HMU-konsertin varð hildin við trimum innsløgum á skránni. At Heimamissiónin hevur gott í væntu á sangliga økinum, var týðuligt [...] av tí sama eri eg kanska komin eitt sindur afturúr í uppfylging á hesum øki, hóast eg sjálvur á sinni var við til at skapa fyribrigdið gospelkonsert í Føroyum. Nógv vatn er runnið á áunum síðani 1975, og
Tvey kór í rørslu tvørtur um Atlantshavið , kalla tey tað, tá kvinnukórið Suð og rútmiski sangbólkurin Vokalkompagniet úr Keypmannahavn fara á pall saman í næstum ymsa staðni í Føroyum. Forvitnisliga [...] samstarvið er komið í lag umvegis hugskotsfólk í Norðurlandahúsinum, sum hildu seg hóma eina heilt serliga tónleikauppliving við at seta hesi bæði kórini saman. Syngja saman ... Eisini kórleiðarin hjá [...] sangarar, sum eisini hava nakað heilt serligt at bjóða, tá tað ræður um sjálva framførsluna. Tú keðir teg í øllum førum ikki eina einastu løtu, sigur Steinvør og leggur afturat, at tónleikaliga fevnir bólkurin
trúgva André í morgunsendingini í farnu viku, so hevur ikki eitt, av hesum avvarðandi havt nakra samrøðu við hann. Leingi livið tann "konfliktsky" føroyingurin. Men tann sum ber prísin í øllum hesum, er [...] húð í hesum døgum. So kunni vit kjakast sum vit vilja um at brenna fløgur, um vill møtir, um dópar, um tungutalu, religiónsøsing osv. tað er onki nýtt í tí kjakinum. tey kjakaðust eisini um tað í bíbliuni [...] slatur, sum ikki ein hvør megnar at bera. Eg sum búgvi íSørvági, og hvørki kenni prestin ella klakksvíkingar, havi tí ongar fortreytir til at taka støðu í einum slíkum málið. Men tað er heldur ikki endamálið