møguleika at økja um føroyska marknaðarpartin. Stórfingin móttøka Í samband við runda føðingardagin hevði Fiskasølan stórfingna móttøku í hølunum yviri við Strond í gjár. Hetta verður ein av teimum síðstu [...] frágreiðing til, sigur Hans Jóhannes á Brúgv. ? Ein móttøka verður oftast hildin á høvuðsskrivstovuni, og hon liggur langt frá kundunum. Vit vildu tó ikki gera so nógv burturúr, sum at bjóða útlendskum gestum [...] hildnar í samband við dagin. Birgir Danielsen fyrrverandi stjóri røddi um søguna hjá felagnum. Og hon er rík - søgan. Fiskasølan mann verða tað virkið í føroyskari søgu, sum hevur havt størst ávirkan á
Mamma helt, at eg skuldi gera okkurt skilagott ímeðan, so hon fekk meg uppí kirkjukórið. Tað var eitt frálíkt upplivilsi, eftir ongari tíð hevði eg lært hálvthundrað sangir. Fólk flest hoyrdu, at bassurin [...] roynt teg við hasi røddini, søgdu tey. ? Hetta var langt áðrenn eg og opera hittust. Men alíkavæl hevði eg longu fingið hugskotið, at eg vildi liva av at syngja, Eg visti ikki hvussu tað lat seg gera, men [...] vísur í míni søk. Slíkt er óivað vónleyst at greiða øðrum frá. Rúni fór so til Keypmannahavnar. ? Eg hevði ikki sungið solo áður, men tað kravdist til upptøkuroyndina til Radiokórið. Eg mátti finna ein sanglærara
tíðina tann, at rentan gongur upp og niður. Og nú hevur hon verið sera lág nokk so leingi. So tað er ingin ivi um, at fyrr ella seinni fer hon uppeftir aftur. Spurningurin er bara nær. Av og á hava [...] sigur, at tað er ómetaliga trupult at meta um rentuna. Hann sigur, at tær nýggjastu metingarnar, hann hevði sæð um rentuna - tað var í gjáramorgum - talaðu tvørturímóti fyri, at rentan kanska fór at lækka eitt [...] metingar tala heldur ikki fyri nakrari rentuhækking við tað fyrsta, men rokna heldur ikki við, at hon fer at lækka. Mett verður eisini, at hvítusunnupakkin hjá donsku stjørnini fer at ávirka privatu
fíggjarpolitikkin hjá verandi landsstýrismanni hevði Jóannes Eidesgaard nakrar viðmerkingar og atfinningar. Til tær var tað ein av ungu alvum tjóðveldisfloksins, sum hevði eitt aftursvar, ikki so at skilja, at [...] við donskum stuðli, sum ikki vilja kennast við, at í fimtiárunum var tað tjóðveldisflokkurin, sum hevði ræðið á Føroya Fiskimannafelag. Erlendur Patursson sáli var formaður og honum undir lið stóð Frederik [...] veikastu, sum koma at líða mest. Við tí gongd, sum er sjónlig, so verður tað verkamannafjøldin, tá hon missir sín rætt at mótmæla, men verður drigin fyri rættin. Tað er ein rættur, sum tjóðveldisundangongumenn
føroyingar, sum framvegis halda, at danir hava snýtt teir. Hevði tú nú á ein einfaldan og skiljandi hátt kunna greitt frá, hvat veruliga er hent, so hevði tað verið gott fyri allar partar. Tað er hetta er vil [...] og vera saman við góðum vinfólki. Jens Okking dylur ikki fyri, at tað var ein framúr góð tíð hann hevði undir upptøkunum av Barbaru. Hann fekk tá vinir fyri lívið og kom at læra hetta fólkið nógv betur [...] atgongd til heimsins besta og sunnasta mat. Barbara fer at draga ferðafólk Jens Okking, sum sjálvur hevði ein av høvuðsleiklutunum í filminum um Barbaru og harra Pál, er ikki í iva um, at filmurin fer at
sum átti at havt møguleika at staðið seg væl í Europa Cup. Hvussu er henda manningin øðrvísi, enn hon áður hevur verið? ? Vit hava størri breidd, enn vit hava havt áður. Vit vóru 18 spælarar á venjingarlegu [...] Svangaskarði. Hvussu metir Kaj Leo Johannesen um vánirnar at koma víðari hesa ferð? ? Tað verður torført, tí sjálvt um vit hava staðið okkum væl í Føroyum í ár, so er tað heilt øðrvísi í Europa Cup, har
einum altjóða skúla, har málið er enskt. Hetta síðsta árið hevur hon verið annar av lærarunum hjá einum barnagarðsflokki - eitt arbeiði hon er sera glað fyri. Oman er arábiskt land, og tað sæst millum annað [...] Føroyum, dugir Ken tó ikki heilt at siga. ? Tá ið eg kom úr Skotlandi til Føroya, hevði eg ikki ánilsi av, hvat eg kom til. Eg hevði fingið skrivað á ein punt á einum wc-pappíri »Vestmanna«. Eg visti als ikki [...] konserthøll inni í sjálvum palassinum hjá sultáninum. Tað er sum at koma inn í eina heilt annan heim. Ken hevði ikki sæð nakað líknandi, fyrstu ferð hann kom inn í høllina. Tøkniliga og ljóðliga; har var í grundini
fegin um at fáa slíka vitjan, tí hon er við til at skapa inntøkur til havnakassan. Fyri at hava skipið liggjandi við bryggju týsdagin fekk Tórshavn havn umleið 65.000 kr. Hevði skipið verið liggjandi á Nól [...] num hjá Føroya Banka lótu upp tænastu umborð á skipinum. Kunningartænastan hevði tilfar um Havnina og Føroyar og Bankin hevði føroyskar pengar. Tey fýra høvdu úr at gera. Tey flestu vildu hava kort yvir [...] New Zealand, Hawai, India og mong onnur pláss í fjareysturi. Slík ferð er bert fyri tey ovurríku. Hon kostar úr 700.000 kr. upp í hálvaaðru millión. Talan er fyri tað mesta um ríkar og pensioneraðar a
Ólavsøkuskrúðgongan í ár verður í trimum røðum. Tað hevur hon ikki verið áður, men tað tykist vera breiður meiriluti fyri nýggja uppskotinum, sum Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur spælt út við [...] sigur, at so leingi, sum hann verður formaður í tinginum, verður skrúðgongan skipað soleiðis, sum hon verður tað í ár. Tað hevur serliga verið síðani stýrisskipanarálitið kom fram og stýrisskipanarlógin [...] samfelagnum annars verður markeraður við at bispur skal ganga fremstur. Men hann heldur eisini, at tað hevði ikki verið rætt at flutt løgmann úr fremstu røð, tí løgmaður hevur gingið í fremstu røð síðani he
tingárið byrjar í kirkjuni, har politikarar og onnur hoyra Guds orð, og eg skilji eisini væl, at tað hevði verið undarligt, um løgmaður, sum hevur gingið fremstur í so mong ár, ikki framvegis varð í fremstu [...] annan fyrimun í, at tað nú verður gingið í trimum røðum: ? Røðin hevur verið nóg so long. Nú verður hon styttri, og so kann eg ímynda mær, at tað, um eg so má siga, verður rudduligari. Bispur sigur, at tað