Hans Jákup Joensen, bispur, varð ikki kunnaður um skipanina av nýggju ólavsøkuskrúðgonguni, áðrenn løgtingsformaðurin legði uppskotið fyri formansskapin í løgtinginum.
? Hetta er ein øðrvísi manning av skrúðgonguni, enn mælt verður til í álitinum frá nevndini, ið hevur viðgjørt spurningin, men eg haldi, at talan er um eina virðiliga loysn, sum vit væl kunnu liva við. Eg eri vegna embætið hjá mær glaður um, at skrúðgongan er ein symbolsk staðfesting av, at tingárið byrjar í kirkjuni, har politikarar og onnur hoyra Guds orð, og eg skilji eisini væl, at tað hevði verið undarligt, um løgmaður, sum hevur gingið fremstur í so mong ár, ikki framvegis varð í fremstu røð.
Bispur heldur seg minnast, at tríggir persónar eina ferð hava gingið femstir:
? Tá Fuglsang-Damgaard, bispur i Keypmannahavn, vitjaði á ólavsøku umleið 1960 haldi eg meg minnast, at hann gekk ímillum løgmann og ríkisumboðsmann, sum gingu fremstir, sigur bispur, sum eisini sær ein annan fyrimun í, at tað nú verður gingið í trimum røðum:
? Røðin hevur verið nóg so long. Nú verður hon styttri, og so kann eg ímynda mær, at tað, um eg so má siga, verður rudduligari.
Bispur sigur, at tað verður roknað við, at allir prestarnir møta upp til skrúðgonguna:
? Prestarnir hava tað, sum verður rópt ólavsøkukonvent aftaná skrúðgonguna, og har hittast allir prestarnir. Tað kann koma fyri, at onkur prestur er sjúkur ella burturstaddur, men vanliga møta allir, og tað er mín fatan, at prerstanir fegnir vilja vera til staðar og tískil leggja frítíð og uttanlandsferðir eftir ólavsøkuni.
Høgni Poulsen er tann presturin, sum fer at ganga fremstur millum vanligu prestarnar, og aftaná hann koma Kjartan Mørkøre, Petur Martin Rasmussen og Niels Pauli Danielsen:
? Vit kunnu siga, at tað er lítið eftir av tí ættarliðnum av prestum, sum fór niður at lesa, tá kríggið var av. Prestarnir, sum eru farnir frá, eru vælkomnir at taka lut í skrúðgonguni. Teir plaga at ganga aftastir.
Í ár prædikar Andreas Andreasen, prestur í Hvalba. Tað eru framvegis onkrir prestar, sum ikki hava prædikað á ólavsøku, t.d. Meinhard Bjartalíð, Hans Eiler Hammer og Inga Poulsen Dam.